1 | Hin eginsinti gongur bert eftir sínum egna hugi; hann ilskast at øllum vísum ráðum. |
|
2 | Dárin leggur líka í at vera vitigur; hann vil bert vísa, hvat í honum býr. |
|
3 | Kemur hin gudleysi, kemur eisini vanvirðing, og við skommini kemur spott. |
|
4 | Orð í munni mansins eru djúp vøtn, rennandi løkur, vísdómskelda. |
|
5 | Ikki er gott at geva hinum seka viðhald og boyggja rætt hins rættvísa. |
|
6 | Varrar dárans volda kjak, og muður hansara rópar eftir sløgum. |
|
7 | Muður dárans er honum sjálvum til vanlukku, og varrar hansara eru sál hansara snerra. |
|
8 | Orð útspillarans eru sum leskiligir rættir; tey glíða væl niður - inn í hjartadýpið. |
|
9 | Tann, sum latur er í arbeiði sínum, er bróðir oyðarans. |
|
10 | Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður. |
|
11 | Góðs hins ríka er borg hansara og sum høgur múrur í hansara egnu hugsan. |
|
12 | Undan falli er hjarta mansins stolt, men eyðmjúkleiki gongur undan heiður. |
|
13 | Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm. |
|
14 | Mót mansins kann halda honum uppi í sjúkdómi, men fallið mót - hvør er mentur at bera tað! |
|
15 | Hjarta hins vitiga keypir kunnskap, og oyra hinna vísu leitar eftir kunnskapi. |
|
16 | Gáva opnar menniskjanum veg og leiðir hann fram fyri stórar harrar. |
|
17 | Tann, sum talar fyrr í trætumálinum, tykist hava rætt, men so kemur mótparturin og granskar hann. |
|
18 | Lutakast ger enda á stríði og skilir millum sterkar. |
|
19 | Borg er ikki so ring at vinna sum bróðir, ið hevur liðið órætt, og trætur við hann eru sum slá fyri hallardurum. |
|
20 | Við ávøkstinum av munni mansins verður búkur hansara mettaður; av grøði varra sína verður hann mettur. |
|
21 | Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara. |
|
22 | Tann, ið hevur funnið konu, hevur funnið lukkuna og fingið náðigávu frá HARRANUM. |
|
23 | Í eyðmjúkum bønum talar hin fátæki, men hin ríki svarar við hørðum orðum. |
|
24 | Manni við mongum vinum gongst illa; men vinur er, sum er trúgvari enn bróðir. |
|
|