Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Betri er fátækur við lýtaleysum atburði, enn tann, ið gongur sniðgøtur, um hann so er ríkur.
2 Tann, ið ikki hugsar seg um, eisini honum gongst illa, og tann, ið kvikur er við fótinum, hann stígur skeivt.
3 Menniskjans egni dárskapur forkemur vegi hansara, men í hjartanum ilskast hann á HARRAN.
4 Ríkidømi skapir nógvar vinir, men hin fátæki verður skildur frá vini sínum.
5 Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið talar lygn, skal ikki komast undan.
6 Mong royna at gera seg væl kend hjá stórmanninum, og ein og hvør er vinur við hin gávumilda.
7 Allir skyldmenn hins fátæka hata hann, og enn meiri halda vinir hansara seg frá honum; hann fer eftir lyftum, sum ikki eru at finna.
8 Tann, ið vinnur vit, elskar lív sítt; tann, ið heldur fast við vísdóm, finnur lukku.
9 Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið gongur við lygn, skal ikki komast undan.
10 Ikki sømir seg fyri dáran at hava góðar dagar, og enn minni fyri træl at ráða yvir høvdingum.
11 Klókskapur menniskjans ger hann tolnan; tað er honum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.
12 Vreiði kongsins er sum brøl leyvunnar, men yndi hansara er sum døgg á urtum.
13 Sonurin, ið er dári, er einki til uttan vanlukku fyri faðir sín, og kvinnukjak er sum takdropi, ið aldri heldur uppat.
14 Hús og góðs eru arvur frá foreldrum, men vitig kvinna er gáva frá HARRANUM.
15 Leti søkkir niður í fastan svøvn, og letingin kemur at hungra.
16 Tann, ið heldur boðið, heldur sær sjálvum á lívi; tann, ið ikki aktar eftir, hvussu hann ber seg at, skal lata lív.
17 Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
18 Tykta son tín, tí enn er vón - annars stílar tú eftir at volda deyða hansara!
19 Tann, ið illsintur er, má bøta; tí hjálpir tú honum, gert tú tað bert verri.
20 Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan!
21 Mangar hugsanir eru í hjarta mansins, men ráð HARRANS er tað, ið fast stendur.
22 Miskunn menniskjans er gleði hansara, og lukkuligari er fátækur maður enn lygnari.
23 Ótti HARRANS leiðir til lív; mettur hvílir ein og verður ikki heimsøktur av vanlukku.
24 Letingin rættir seg at fatinum, men tímir ikki at lyfta hondini at munninum.
25 Slá spottaran - so verður hin fávitskuti klókur! Hav at hinum vitiga, so fær hann kunnskap!
26 Tann, ið fer illa við faðir sínum og koyrir móður sína út, er ringur, skammleysur sonur.
27 Sonur mín! Halt uppat at lurta eftir áminning - so villist tú burt frá orðum kunnskapar!
28 Gudleyst vitni spottar tað, ið rætt er; muður gudleysra gloypir órætti.
29 Sløg eru spottaranum til reiðar, høgg ryggi dárans.