Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Vín er spottari, sterkur drykkur heldur gang; tann, ið sløðrar av tí, verður ikki vísur.
2 Ræðslan, ið kongur vekur, er sum leyvubrøl; at vekja vreiði hansara er at vága lívið.
3 Tað er manninum æra, at hann heldur seg frá trætu, men allir dárar elva klandur.
4 Um veturin vil letingin ikki pløga; tí leitar hann um heystið eftir grøði, men finnur onga.
5 Ráð í hjarta mansins eru djúp vøtn; men vitigur maður dregur tey upp.
6 Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?
7 Hin rættvísi gongur ólastandi fram; lukkulig eru børn hansara eftir hann.
8 Kongurin, ið situr á dómstólinum, skilir út alt ilt við eygnakasti sínum.
9 Hvør kann siga: "Eg havi reinsað hjarta mítt, eg eri reinur frá synd"!
10 Tvey sløg av vekt og tvey sløg av máli - bæði eru HARRANUM andstygd.
11 Longu smádrongurin kennist á tí, sum hann ger, um atferð hansara verður rein og røtt.
12 Oyrað, ið hoyrir, og eygað, ið sær - HARRIN hevur skapt bæði.
13 Elska ikki svøvn, tí so verður tú fátækur! Lat eyguni upp, so fært tú nóg mikið av breyði at eta.
14 "Vánaligt, vánaligt!" sigur keyparin, men táið hann fer avstað, rósar hann sær.
15 Víst finnast bæði gull og nógvar perlur, men kunnskaparvarrar eru dýrabart prýði.
16 Tak klæðini frá honum, tí hann er gingin í ábyrgd fyri ein annan, og panta hann fyri fremmand!
17 Breyð, vunnið við sviki, smakkar søtt í munninum, men aftaná fyllist muðurin av smásteinum.
18 Ætlanir fáa framgongd við ráðlegging; søk tær góð ráð, táið tú fert í bardaga!
19 Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, og tann, ið ikki dugir at tiga, skalt tú einki hava við at gera.
20 Tann, ið bannar faðir sínum og móður síni, í bølamyrkri skal lampa hansara sløkna.
21 Arvur, sum ein av fyrstum hevur skrætt til sín, verður til endan uttan signing.
22 Sig ikki: "Eg skal løna ilt við illum!" - Bíða eftir HARRANUM, so hjálpir Hann tær!
23 Tvey sløg av loddum eru HARRANUM andstygd; svikavekt er ikki góð.
24 Frá HARRANUM eru stig mansins; hvussu skuldi menniskjað skilt veg sín!
25 Tað er menniskjanum vandafult í gáloysni at halga okkurt og so ikki fyrrenn aftaná at hugsa um tað, ið hann hevur lovað.
26 Vísur kongur skilir út hini gudleysu og letur hjólið ganga yvir tey.
27 Andi menniskjans er lampa HARRANS, sum rannsakar øll kømur í hjarta hansara.
28 Kærleiki og trúfesti eru vakt um kongin; hann styðjar hásæti sítt við kærleika.
29 Prýði hinna ungu er styrki teirra, og heiður hinna gomlu er hini gráu hár.
30 Svíðandi sár reinsa burt hitt ónda, ja, sløg reinsa hjartað innast inni.