Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Hoyrið! Vísdómurin rópar, og vitið letur rødd sína hoyrast.
2 Uppi á heyggjum við vegin stendur hann, á vegamótum;
3 við portrini, har sum farið verður út úr býnum, har sum farið verður inn um liðini, rópar hann hart:
4 "Eg kalli á tykkum, menn, og rødd mín ljóðar til menniskjabørnini.
5 Lærið klókskap, tit fávitskutu, lærið vit, tit dárar!
6 Hoyrið! Tí um tað, ið høgt er, tali eg, og eg lati upp varrar mínar við rættvísum orðum;
7 tunga mín talar sannleika, og gudloysi er vørrum mínum andstygd.
8 Øll orð muns míns eru røtt, einki falskt ella rangvørgt er í teimum.
9 Tey eru øll somul hinum vitiga einføld og teimum røtt, sum hava funnið kunnskap.
10 Takið við tykt míni heldur enn silvuri, takið við kunnskapi heldur enn útvaldum gulli!
11 Tí vísdómur er betri enn perlur, og av øllum dýrgripum er eingin sum hann.
12 Eg, vísdómurin, havi klókskap í ogn, og eg dugi at finna vitig ráð.
13 At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg.
14 Eg eigi ráð og vísdóm, eg havi vit, eg havi styrki.
15 Við mær stýra kongarnir, og við mær áseta høvdingarnir tað, ið rætt er.
16 Við mær ráða stjórnarmenninir og stórmenninir, ja, allir dómarar á jørðini.
17 Eg elski tey, sum elska meg, og tey, sum leita eftir mær, skulu finna meg.
18 Hjá mær er ríkidømi og heiður, gamalt arvagóðs og rættvísi.
19 Ávøkstur mín er betri enn gull, ja, fínasta gull, og vinningurin, ið eg gevi, er betri enn útvalt silvur.
20 Á rættferðarvegi gangi eg, mitt á rættvísigøtum;
21 tí gevi eg teimum, ið elska meg, sannan ríkdóm í arv og fylli goymslur teirra.
22 Meg skapti HARRIN sum fyrsta verk Sítt, í forðum, áðrenn Hann skapti nakað annað.
23 Frá ævunum eri eg vorðin til, frá upphavi, áðrenn jørðin var.
24 Táið avgrundirnar ikki vóru til enn, varð eg føddur, áðrenn nakrar keldur, fullar av vatni, vóru til.
25 Áðrenn fjallagrundirnar vórðu lagdar, áðrenn heyggjarnir vórðu til, varð eg føddur,
26 áðrenn Hann hevði skapt jørðina og markina og fyrsta moldklump jarðarríkis.
27 Táið Hann bygdi himmalin, var eg har, táið Hann setti hvølv yvir djúpið.
28 Táið Hann festi skýggini í erva og gav keldunum í djúpinum fasta stað teirra,
29 táið Hann setti sjónum mark, so vøtnini fara ikki longur, enn Hann sigur til, táið Hann legði grundvøllir jarðar
30 - tá var eg verkstjóri Hansara, og eg var gleði Hansara dag eftir dag; altíð spældi eg fyri ásjón Hansara;
31 eg spældi á allari jørð Hansara, so víð sum hon var, og gleði mína hevði eg í menniskjabørnunum.
32 Og nú, børn, lurtið eftir mær! Sæl eru tey, sum fylgja leiðum mínum!
33 Lurtið eftir tykt míni og verðið vís, vanvirðið hana ikki!
34 Sælur er tann, ið lurtar eftir mær, so hann dag um dag vakir við dyr mínar og heldur vakt við durastavir mínar!
35 Tí tann, ið finnur meg, finnur lívið og fær náði frá HARRANUM.
36 Men tann, ið ikki finnur meg, skaðar seg sjálvan; ein og hvør, ið hatar meg, elskar deyðan."