1 | Gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi; at vera væl umtóktur er betri enn silvur og gull. |
|
2 | Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar. |
|
3 | Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta. |
|
4 | Løn fyri spakføri og ótta HARRANS er ríkidømi, heiður og lív. |
|
5 | Tornir og snerrur eru á vegi hins falska; tann, ið vil varða sál sína, má halda seg frá teimum. |
|
6 | Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal. |
|
7 | Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá. |
|
8 | Tann, ið sáar órætt, skal heysta ilt, og vreiðikoyril hansara skal sláa hann sjálvan. |
|
9 | Hin hjartagóði verður signaður, aftur fyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum. |
|
10 | Rek spottaran burt! So fer klandrið við, og kjak og háð heldur uppat. |
|
11 | Tann, ið elskar reinleika hjartans, og sum ber fram dámliga talu, hevur kongin til vin. |
|
12 | Eygu HARRANS verja hin vitiga, men orð hins trúleysa ger Hann til einkis. |
|
13 | Letingin sigur: "Leyva er harúti, eg kundi verðið dripin mitt á vegnum!" |
|
14 | Muðurin á fremmandari kvinnu er djúp grøv; tann, ið HARRIN er vreiður á, fellur í hana. |
|
15 | Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga; revsingarkoyrilin rekur hann burtur. |
|
16 | At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap. |
|
17 | Boygg oyrað og lurta eftir orðum vísmanna, og legg tær lærdómar mínar á hjarta! |
|
18 | Tí tað er gott, at tú goymir tey í brósti tínum, og at tey øll hanga føst við varrar tínar. |
|
19 | Fyri at álit títt skal vera á HARRANUM, tí læri eg í dag teg, júst teg. |
|
20 | Havi eg ikki skrivað tær fyrndarorð við ráðum og kunnskapi |
|
21 | fyri at kunngera tær tað, ið rætt er, sannleiksorð, so tú við beinum orðum fært svarað teimum, ið senda teg! |
|
22 | Ræn ikki frá hinum fátæka, fyri tað at hann er fátækur, og traðka ikki niður hin arma í býportrinum! |
|
23 | Tí HARRIN skal flyta mál teirra, og Hann skal týna lív teirra, sum taka nakað frá teimum. |
|
24 | Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann, |
|
25 | fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína! |
|
26 | Ver ikki millum teirra, sum geva handtak, millum teirra, sum ganga í ábyrgd fyri skuld! |
|
27 | Hví skal songin undir tær verða tikin burt, táið tú einki eigur at gjalda við! |
|
28 | Flyt ikki hini gomlu markaskjalini, sum fedrar tínir hava sett! |
|
29 | Sært tú mann, sum er skjótur í arbeiði sínum - hann skal koma at tæna kongum, hann skal ikki koma at tæna monnum, sum lítið hava at týða. |
|
|