Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Hoyrið, børn míni, táið ein faðir áminnir tykkum, lurtið eftir, so tit kunnu læra klókskap!
2 Tí góðan lærdóm gevi eg tykkum; sleppið ikki tí, ið eg læri tykkum!
3 Tí táið eg var sonur heima hjá faðir, táið eg var lítil og einasta barn móður,
4 lærdi hann meg og segði við meg: "Lat hjarta títt halda fast orðum mínum, varða boð míni, so skalt tú liva!
5 Keyp vísdóm, keyp vit, gloym ikki og vík ikki frá orðum muns míns!
6 Slepp ikki vísdóminum, so skal hann halda vakt yvir tær, elska hann, so skal hann vera vernd tín!
7 Upphav vísdóms er: Keyp vísdóm, ja, keyp vit fyri alt, ið tú eigur!
8 Set hann høgt, so skal hann seta teg høgt! Hann skal koma tær til heiður, táið tú fevnir hann.
9 Hann skal seta vakran krans á høvd títt, hann skal rætta tær fagra krúnu."
10 Hoyr, sonur mín, og tak við orðum mínum, so skalt tú fáa mong ár at liva!
11 Eg vísi tær veg vísdómsins, leiði teg eftir gøtum rættvísinnar.
12 Táið tú gongur, skal einki vera stigum tínum til hindurs, og táið tú rennur, skalt tú ikki snáva.
13 Halt fast í tyktina, slepp henni ikki, varða hana, tí hon er lív títt!
14 Kom ikki á gøtur gudleysra, og fylg ikki vegi hinna óndu!
15 Skýggja hann, fylg honum ikki, vík frá honum og far øðrumegin við!
16 Tí tey fáa ikki sovið, uttan tey hava gjørt okkurt ilt, tey missa svøvnin, fáa tey ikki onkun til fals.
17 Tey eta gudloysisbreyð og drekka yvirgangsvín.
18 Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er.
19 Vegurin, ið hini gudleysu ganga, er sum bølmyrkur; tey vita ikki, hvat tey fara at detta um.
20 Sonur mín! Gev orðum mínum gætur, legg oyrað til tað, ið eg sigi!
21 Lat tað ikki fara tær úr eygsjón, varða tað djúpt í hjarta tínum!
22 Tí tað er øllum teimum lív, sum finna tað, og øllum likami teirra grøðing.
23 Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!
24 Halt teg frá sviki við munninum, lat falskar varrar vera langt frá tær!
25 Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær!
26 Ger fóti tínum gøtuna slætta, lat allar vegir tínar miða á málið!
27 Halt ikki av, hvørki til høgru ella vinstru, lat fót tín víkja frá illum!