Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Orðtøk Sálomos, sonar Dávids, kongs Ísraels.
2 Av teimum kann ein læra vísdóm og tykt og skilja vitiga talu;
3 av teimum kann ein fáa revsing, ið ger hann klókan, og læra rættvísi, rætt og rættsinni;
4 tey geva hinum óroyndu klókskap, hinum ungu kunnskap og skil.
5 Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt.
6 Av teimum kann ein læra at skilja orðtøk og líkingamál, orð vísmanna og gátur teirra.
7 At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.
8 Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
9 Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín.
10 Sonur mín! Táið syndarar lokka teg, sig tá nei!
11 Táið teir siga: "Kom við okkum! Vit skulu lúra eftir blóði, uttan grund seta fellur fyri hini sakleysu;
12 sum deyðaríkið skulu vit gloypa teimum livandi, við húð og hári, sum tað gloypir teimum, ið fara niður í grøvina;
13 vit skulu vinna okkum góðs og gull, fylla hús okkara við ráni;
14 tú skalt sleppa at kasta lut um tað saman við okkum, vit skulu allir hava ein pung"
15 - sonur mín, far tá ikki við teimum, halt fóti tínum frá leið teirra!
16 Tí føtur teirra eru skjótir til hitt illa, teir eru kvikir at úthella blóð;
17 til onga nyttu verður netið breitt út, so allir fuglarnir síggja;
18 teir lúra eftir sínum egna blóði, teir seta fellur fyri seg sjálvar.
19 - Soleiðis gongst einum og hvørjum, ið er tráur eftir órøttum vinningi - hann tekur lívið av sínum egnu harrum!
20 Vísdómurin rópar á gøtuni, hann letur rødd sína ljóða á torgunum;
21 á gøtumótum kallar hann, mitt í ganginum; við býportrini og runt um í býnum talar hann og sigur:
22 "Hvussu leingi ætla tit fávitskutu at elska fávitsku, og hvussu leingi ætla spottararnir at hava gleði sína í spotti, og dárarnir at hata kunnskap?
23 Vendið við og aktið eftir revsing míni! So skal eg lata anda mín streyma út yvir tykkum, eg skal kunngera tykkum orð míni.
24 - Við tað at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína,
25 við tað at tit vanvirdu øll ráð míni og vildu ikki vita av revsing míni,
26 so skal eisini eg læa, táið vanlukkan rámar tykkum, eg skal spotta, táið tað kemur, sum tit óttast fyri,
27 táið tað, ið tit óttast fyri, kemur sum ódnarveður, og vanlukkan nærkast tykkum sum stormur, táið trongd og neyð koma á tykkum.
28 Tá skulu tey kalla á meg, men eg svari ikki; tey leita eftir mær, men finna meg ikki.
29 Aftur fyri at tey hataðu kunnskap og vrakaðu at óttast HARRAN,
30 vildu ikki vita av ráði mínum, men vanvirdu alla revsing mína,
31 so skulu tey eta ávøkstin av atburði sínum og verða mettað av sínum egnu ráðum.
32 Tí at hini fávitskutu venda sær burt - tað drepur tey, og sorgloysi dáranna verður undirgangur teirra.
33 Men tann, ið lurtar eftir mær, býr tryggur og livir í friði uttan ótta fyri vanlukku."