1 | Sonur mín! Varða orð míni og goym boð míni hjá tær! |
|
2 | Halt boð míni, so skalt tú liva, varða sum eygnasteinin tað, ið eg læri teg! |
|
3 | Bind tað á fingrar tínar, skriva tað á talvu hjarta tíns! |
|
4 | Sig við vísdómin: "Tú ert systir mín!" Og kalla vitið vinkonu tína |
|
5 | - so tey varða teg fyri konu annars mans, frá fremmandari kvinnu við sleiskum orðum! |
|
6 | Tí eg hugdi út um vindeygað á húsi mínum, út millum rimarnar, |
|
7 | og millum hinar óroyndu sá eg unglinga, eg legði til merkis millum hinar ungu ein við ongum skili, |
|
8 | hann gekk eftir gøtuni við hornið, har sum hon búði, tók leiðina at húsi hennara |
|
9 | í skýmingini, móti kvøldi, táið nátt og myrkur komu. |
|
10 | Tá kom ímóti honum kvinna í skøkjubúna og við svikafullum hjarta. |
|
11 | Vill er hon og kát; heima hava føtur hennara ikki frið á sær; |
|
12 | nú er hon á gøtum, nú á torgum, og á hvørjum horni lúrir hon. |
|
13 | Hon treiv í hann og kysti hann, og við frekum andliti segði hon við hann: |
|
14 | "Eg hevði takkoffur at bera fram, og í dag havi eg uppfylt lyfti míni; |
|
15 | tí fór eg út ímóti tær, at leita eftir tær, og nú havi eg funnið teg. |
|
16 | Eg havi reitt song mína við teppum, við marglittum teppum av egyptiskum líni. |
|
17 | Myrra, aloe og kanel havi eg stroytt út yvir legu mína. |
|
18 | Kom, lat okkum stuttleika okkum í kærleika, inntil lýsir, frøa okkum í elskhugalysti! |
|
19 | Tí maður mín er ikki heima, hann er farin langa ferð; |
|
20 | peningapungin tók hann við sær; hann kemur ikki aftur, fyrrenn fullmáni verður!" |
|
21 | - Soleiðis lokkaði hon hann við alskyns føgrum orðum, við sleisku vørrum sínum fekk hon vald á honum; |
|
22 | hann fylgir henni við tað sama sum tarvur, ið verður leiddur at verða dripin, sum í fótjørnum, ið dárin verður tyktaður við |
|
23 | - inntil pílurin klývur livur hansara - eins og fuglurin skundar sær í snerruna og veit ikki, at lívið er í váða! |
|
24 | So lurta nú eftir mær, sonur mín, og gev orðum muns míns gætur! |
|
25 | Lat ikki hjarta títt venda sær til vegir hennara, vilst ikki inn á gøtur hennara! |
|
26 | Tí mangar, ið hava fingið ólívssár, hevur hon felt, og stórt er tal teirra, ið hon hevur dripið. |
|
27 | Gjøgnum hús hennara liggja leiðirnar til deyðaríkið, tær, ið ganga niður í kømur deyðans. |
|
|