Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Vísdómurin hevur bygt sær hús, hon hevur høgt til hinar sjey stólpar sínar;
2 hon hevur dripið fæ sítt og blandað vín sítt, hon hevur eisini sett á borð sítt;
3 hon hevur sent út gentur sínar og býður inn á hinum hægstu støðunum í býnum:
4 "Tann, ið óroyndur er, hann komi higar!" Ja, við tann, ið einki vit hevur, sigur hon:
5 "Komið og smakkið breyð mítt, og drekkið av víninum, ið eg havi blandað!
6 Latið fávitsku fara, so skulu tit liva, og gangið beint fram eftir vegi vitsins!
7 Tann, ið revsar spottara, vinnur sær sjálvum vanæru, og tann, ið setur at hinum gudleysa, heystar skomm.
8 Hav ikki at spottara, tí hann hatar teg fyri tað! Hav at hinum vísa - hann skal elska teg fyri tað!
9 Lær hin vísa, so verður hann enn vísari! Lær hin rættvísa, so gongur hann fram í lærdómi!
10 At óttast HARRAN er upphav vísdóms, og at kenna hin Heilaga, tað er vit.
11 Tí við mær verða dagar tínir mangir, og ár lívs tíns eykast.
12 Ert tú vísur, ert tú tað til títt egna gagn, og ert tú spottari, kemur tú einsamallur at bera tað."
13 Dárskapurin er kát kvinna, ber fávitska, og einki hon skilir.
14 Hon situr fyri húsdurum sínum, í hásæti á heyggi í býnum,
15 og býður teimum inn, sum koma framvið, teimum, ið ganga leið sína beint fram:
16 "Tann, ið óroyndur er, hann komi higar!" Ja, við tann, ið einki vit hevur, sigur hon:
17 "Stolið vatn er søtt, og leskiliga smakkar breyð, etið í loyndum!"
18 - Men hann veit ikki, at har búgva deydningarnir, at gestir hennara eru í djúpi deyðaríkisins.