Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Vísur sonur lurtar eftir revsing faðirs síns, men spottarin leggur ikki í, um hann verður deildur.
2 Av ávøksti muns síns nýtur maðurin gott, men hini trúleysu hungra eftir yvirgangi.
3 Tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, varðar lív sítt, men tann, ið letur varrarnar langt sundur, honum verður tað til vanlukku.
4 Hin lati tráar - og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett.
5 Hin rættvísi hatar lygitalu, men hin gudleysi ger tað, ið ilt og skammiligt er.
6 Rættvísi er honum vernd, sum livir ólastandi, men gudloysi fellir tann, ið ger synd.
7 Mangur letst ríkur og eigur tó púra einki, og mangur letst fátækur og eigur tó nógv.
8 Ríkidømi mansins er loysigjald fyri lív hansara, men hin fátæki fær ongar hóttur at hoyra.
9 Ljós rættvísra logar bjart, men lampa gudleysra sløknar.
10 Við hugmóði voldir ein einki uttan split, men vísdómur er hjá teimum, ið taka við ráðum.
11 Skjótfingin ríkdómur svinnur burt, men tann, ið savnar so við og við, nørir um góðs sítt.
12 At vænta leingi ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er lívsins træ.
13 Tann, ið vanvirðir orðið, forkemur sær sjálvum, men tann, ið óttast boðið, fær løn.
14 Læra hins vísa er kelda lívsins; við henni sleppur ein undan snerrum deyðans.
15 Skilagott menniskja verður avhildið, men harður er vegur svikaranna.
16 Hvør tann, sum klókur er, fer fram við skili, men dárin breiðir út dárskap.
17 Gudleyst sendiboð fellur í vanlukku, men trúfastur boðberi er heilsubót.
18 Armóð og skomm fær tann, sum ikki vil vita av tykt, men tann, ið aktar eftir revsing, verður ærdur.
19 Uppfylt ynski er sálini søtt - men at víkja frá illum er dárum andstygd!
20 Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.
21 Vanlukka eltir syndarar, men rættvís verða lønt við góðum.
22 Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.
23 Nýbrotið land fátækrafólks gevur nógva føði, men mangur verður ryktur burtur, tí hann ger ikki tað, ið rætt er.
24 Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.
25 Hin rættvísi etur, so hann verður mettur, men hini gudleysu ganga við tómum maga.