Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Betri er turrur breyðbiti við friði, enn húsið fult av hátíðarkosti við kjaki.
2 Klókur tænari verður harri yvir syni, sum er dári, og saman við brøðrunum fær hann part í arvinum.
3 Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, men tann, sum roynir hjørtuni, er HARRIN.
4 Hin óndi lurtar eftir óndum vørrum, lygnarin lurtar eftir eiturtungum.
5 Tann, ið spottar hin fátæka, háðar skapara hansara; tann, ið gleðist um vanlukku, verður ikki óstraffaður.
6 Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.
7 Ikki sømir dáranum at tala stór orð, og enn minni hinum háborna at tala lygn.
8 Gáva er dýrur steinur í eygum hansara, sum fær hana; hvar hon so kemur, fær hon sítt fram.
9 Tann, ið dylur misgerð, søkir kærleika, men tann, ið rívur upp søk, skilir vin frá vini.
10 Meiri virkar inn á hin vitiga, táið at honum verður havt, enn hundrað sløg á dáran.
11 Hin óndi hevur bert hug at vera ímóti, men miskunnarleyst boð verður sent ímóti honum.
12 Frægari er at møta bjørn, sum ungarnir eru tiknir frá, enn dára í dárskapi hansara.
13 Tann, ið lønir gott við illum, frá húsi hansara skal vanlukkan ikki víkja.
14 At byrja stríð er sum at opna fyri vatni; halt tí uppat við trætu, áðrenn nakar vísir tenn!
15 Tann, ið fríkennir hin seka, og tann, ið dómfellir hin sakleysa, eru báðir HARRANUM andstygd.
16 Hvat batar peningur í hond dárans at keypa vísdóm, táið hann einki vit hevur!
17 Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.
18 Tað menniskja, sum einki vit hevur, gevur handtak og gongur í ábyrgd fyri næsta sín.
19 Tann, ið elskar kjak, elskar synd; tann, ið ger dyr sínar høgar, søkir sín egna undirgang.
20 Tann, sum er falskur í hjartanum, finnur einki gott, og tann, sum er rangvørgur í talu síni, fellur í vanlukku.
21 Tann, ið hevur býttling til son, fær sorg; faðir dárans hevur onga gleði.
22 Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
23 Hin gudleysi tekur gávu í loynd fyri at boyggja vegir rættarins.
24 Hin vitigi hevur vísdómin fyri eyga, men eygu dárans eru við enda jarðarinnar.
25 Fávitskutur sonur er gremja faðirs síns, og henni beisk sorg, sum átti hann.
26 At revsa eisini hin rættvísa er ikki gott; at sláa valamenn er ímóti øllum rætti.
27 Tann, sum er sparin í orðum sínum, er klókur, og róligur í sinni er hin vitigi maðurin.
28 Um tað so er dárin, verður hann roknaður fyri vísmann, táið hann tegir, og fyri vitigan mann, táið hann heldur munnin saman.