Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Eisini hetta eru orðtøk Sálomos; menn Ezekiasar judakongs hava savnað tey.
2 Gudi er tað heiður at dylja mál, men kongum er tað heiður at granska mál.
3 Hædd Himmalsins, dýpd jarðarinnar og hjørtu konga - hesi kann eingin granska út.
4 Skil ilskuna frá silvurinum, so fær gullsmiðurin ílat burtur úr tí!
5 Fá hin gudleysa burt frá konginum, so verður hásæti hansara grundfest við rættvísi!
6 Ger teg ikki stóran fyri ásjón kongsins, og far ikki og statt á staði stórmanna!
7 Tí betri er, at sagt verður við teg: "Kom upp higar!" enn at tú verður fluttur niður fyri eygum stórmansins. Hvat tú so hevur sæð,
8 ver ikki ov skjótur at geva teg í stríð við nakran! Tí hvat skalt tú gera til endan, táið næsti tín ger teg til skammar!
9 Før søk tína við mótpart tín, men opinbera ikki loyndarmál annars mans
10 - fyri at ikki tann, sum hoyrir tað, skal deila teg, og tú samt og javnt hava ringt orð á tær!
11 Sum gullepli í silvurskálum er orð, talað í rættari tíð.
12 Sum gullringur, sum prýði av fínum gulli, er vísmaður, ið talar revsandi orð fyri hoyrandi oyra.
13 Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann - hann lívgar sál harra síns.
14 Sum skýggj og vindur við ongum regni er tann maður, ið reypar av, at hann ætlar at geva, men heldur ikki orð.
15 Við spakføri verður høvdingi yvirtalaður, og mild tunga brýtur sundur bein.
16 Hevur tú funnið hunang, so et av honum, so mikið sum tær tørvar - so tær býður ikki ímóti, og tú spýrt hann upp aftur!
17 Set sjáldan fót á gátt hjá vinmanni tínum - so hann keðist ikki av tær og hatar teg!
18 Sum hamari, svørð og hvassur pílur er tann, ið vitnar rangt móti næsta sínum.
19 Sum rotin tonn og riðandi fótur er álit á svikara neyðardagin.
20 Sum tann, ið letur seg úr klæðunum kuldadag, sum edikur á pottøsku - so er at kvøða vísur fyri sorgarbundnum hjarta.
21 Hungrar fíggindi tín, so gev honum at eta, tystir hann, so gev honum at drekka!
22 Tí tá dungar tú kolgløður á høvd hansara, og HARRIN skal løna tær tað.
23 Høgætt føðir regn, og tunga, sum teskar í loyndum, voldir súrt andlit.
24 Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu.
25 Tað, ið kalt vatn er maktarleysari sál, eru gleðiboð úr landi langt burtur.
26 Sum gruggut kelda og spiltur brunnur er rættvísur maður, ið gevur eftir fyri gudleysum manni.
27 At eta ov mikið av hunangi er ikki gott - ver sparin við rósandi orðum!
28 Sum opin býur við niðurbrotnum múrum er tann maður, ið ikki fær stýrt sinni sínum.