1 | Tann, sum mangan er revsaður, og kortini ger hálsin harðan, skal snøggliga verða brotin ógrøðandi sundur. |
|
2 | Táið rættvís nørast, gleðist fólkið, men táið gudleysur maður valdar, suffar fólkið. |
|
3 | Tann, ið elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, ið er vinur við skøkjur, spillir burtur góðs sítt. |
|
4 | Við rætti grundfestir kongurin land sítt, men tann, sum tekur við gávum, brýtur tað niður. |
|
5 | Tann, ið smikrar fyri næsta sínum, leggur út net fyri fót hansara. |
|
6 | Misgerð hins ónda mans er honum snerra, men hin rættvísi skal fegnast og gleðast. |
|
7 | Hin rættvísi tekur sær av søk teirra, sum lítið hava at týða, men hin gudleysi skilir einki. |
|
8 | Spottarar øsa upp staðin, men vísmenn stilla vreiði. |
|
9 | Táið vísmaður setur at dára, verður dárin illur og flennir; hann fær ikki verið stillur. |
|
10 | Blóðmenn hata hin lýtaleysa, men rættsintir royna at bjarga lívi hansara. |
|
11 | Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana. |
|
12 | Táið høvdingin lurtar eftir lygitalu, verða allir tænarar hansara gudleysir. |
|
13 | Hin fátæki og tann, ið kúgar hann, hittast; HARRIN gevur eygum beggja ljós. |
|
14 | Tann kongur, sum dømir við rætti tey, ið lítið hava at týða, hásæti hansara stendur í allar ævir. |
|
15 | Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum. |
|
16 | Táið gudleys fáa vald, fær syndin vald, men rættvís skulu við gleði síggja fall teirra. |
|
17 | Tykta son tín, so skal hann verða tær til gleði og lívga sál tína! |
|
18 | Er eingin profetsjón, villist fólkið av leið, men lukkuligur er tann, ið heldur lógina. |
|
19 | Við orðum letur trælur seg ikki tykta, tí víst skilir hann tey, men hann ger ikki eftir teimum. |
|
20 | Hevur tú sæð mann, ið loypur framav í orðum - meiri vón er um dáran enn um hann! |
|
21 | Gevur ein træli sínum eftirlæti, frá tí hann er ungur, verður endin tann, at hann er harri. |
|
22 | Tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er. |
|
23 | Hugmóð menniskjans leiðir tað í fall, men hin eyðmjúki vinnur heiður. |
|
24 | Tann, ið hevur burtur av frá tjóvi, hatar lív sítt; hann hoyrir upprópið til eið og sigur tó ikki frá. |
|
25 | At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður. |
|
26 | Mong royna at gera seg væl kend hjá høvdinganum, men frá HARRANUM fær hvør maður rætt sín. |
|
27 | Órættvísur maður er rættvísum andstygd, men tann, ið sannhjartaður gongur fram, er gudleysum andstygd. |
|
|