Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Sonur mín! Hevur tú gingið í ábyrgd fyri næsta tín, hevur tú givið handtak fyri annan mann,
2 hevur tú latið teg bundið við orðum muns tíns, hevur tú latið teg fangað við orðum muns tíns,
3 so ger meðni hetta, sonur mín, og bjarga tær, síðani tú ert komin í hendur næsta tíns: Far og kasta teg niður fyri næsta tínum, gakk á hann,
4 unn ikki eygum tínum svøvn, ikki eygnalokum tínum blund,
5 bjarga tær sum skógargeit úr snerruni, sum fugli úr hond fuglamansins!
6 Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!
7 Hon hevur hvørki høvdinga, fúta ella harra,
8 og kortini ger hon um summarið føði sína til, sankar um heystið mat sín.
9 Hvussu leingi ætlar tú at liggja, letingi, nær fert tú at reisast av svøvni?
10 [Tú sigur:] "Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!"
11 - Sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
12 Níðingur, illgerðarmaður er tann, ið gongur um við sviki í munni,
13 sum blunkar við eyganum, talar við fótinum og ger tekin við fingrunum;
14 svik hevur slíkur í hjartanum, altíð upphugsar hann ilt í hjartanum og voldir trætur.
15 Vanlukkan skal tí koma brádliga á hann; snøggliga verður hann ógrøðandi sundursoraður.
16 Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
17 Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
18 hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
19 tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
20 Sonur mín! Goym boð faðirs tíns, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
21 Bind tær tað altíð at hjarta, knýt tær tað fast um hálsin!
22 Tað skal leiða teg, táið tú gongur, halda vakt yvir tær, táið tú liggur, og tala við teg, táið tú vaknar.
23 Tí boðið er lykt, læran ljós, og revsandi áminningar eru vegur lívsins.
24 Tey varða teg fyri óndum kvinnum, fyri hálu tungu konu annars mans.
25 - Tráa ikki í hjarta tínum eftir vakurleika hennara, lat hana ikki fanga teg við eygnakøstum sínum!
26 Tí skøkjan armar mann út líka til síðstu breyðflís, og kona annars mans fangar dýrabara sál.
27 Man nakar fáa borið eld í barminum, uttan at klæði hansara brennast!
28 Man nakar fáa gingið á glóðum og brenna ikki føturnar!
29 - Og so verður við honum, ið fer inn til konu næsta síns; eingin, ið nemur hana, sleppur undan revsing.
30 Verður tjóvurin ikki vanvirdur, táið hann stjelur, um tað so er fyri at stilla svongd sína!
31 Og verður hann tikin, má hann bøta sjeyfalt; alt hann eigur í húsinum, noyðist hann at lata.
32 Tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur; eingin ger slíkt uttan tann, ið vil forkoma sær sjálvum.
33 Høgg og skomm, tað er tað, ið hann vinnur, og vanæra hansara verður aldri útstrikað.
34 Tí illur verður maðurin um, at tú hevur gingið honum ov nær, og hann sparir ikki hevndardagin;
35 líka leggur hann í bøtur, og hann blíðkast ikki, um tú so býður honum stórar gávur.