Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Ráð hjartans hoyra menniskjanum til, men svarið, ið tungan gevur, kemur frá HARRANUM.
2 Allar leiðir mansins eru reinar í hansara egnu eygum, men HARRIN vigar andarnar.
3 Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!
4 Alt skapti HARRIN, hvørt til sítt, hin gudleysa við - til vanlukkudagin!
5 Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður.
6 Við kærleika og trúfesti verður misgerð javnað, og við ótta HARRANS flýggjar ein frá illum.
7 Táið HARRANUM líkar atburð mansins, ger Hann, at um tað so eru fíggindar hansara, binda teir frið við hann.
8 Betri er lítið við rættvísi enn stórur vinningur við órætti.
9 Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.
10 Gudsdómur er á vørrum kongsins; ei ger muður hansara mistak, táið hann dømir.
11 Rættur bismari og rættar vektskálir hoyra HARRANUM til; øll loddini í posanum eru verk Hansara.
12 Gudleysur atburður er kongum andstygd; tí við rættvísi verður hásætið grundfest.
13 Rættvísar varrar líkar kongum; teir elska tann, ið talar av sonnum hjarta.
14 Vreiði kongsins er boð deyðans, men vísur maður dugir at stilla hana.
15 Í ljósi ásjónar kongsins er lív, og náði hansara er sum regnskýggj um várið.
16 At vinna vísdóm - hvussu mangan betri er ikki tað enn gull! Og at vinna vit er meiri vert enn silvur.
17 Vegur hinna sannhjartaðu er at halda seg frá illum; tann, ið aktar eftir leið síni, varðar lív sítt.
18 Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.
19 Betri er at vera eyðmjúkur saman við neyðstøddum enn at skifta fong við stoltum.
20 Væl gongst honum, ið gevur orðinum gætur; sælur tann, ið lítur á HARRAN!
21 Tann, sum er vísur í hjartanum, verður kallaður vitigur, og søtleiki varranna eykar lærdóm.
22 Klókskapur er teimum kelda lívsins, sum eiga hann, men straff dáranna er teirra egni dárskapur.
23 Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.
24 Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót.
25 Mong leið tykist manninum røtt - og so er endi hennara kortini leiðir deyðans!
26 Svongd arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí muður hansara koyrir undir hann.
27 Níðingurin grevur vanlukkugravir; tað er, sum eldur hevði brent á vørrum hansara.
28 Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.
29 Yvirgangskroppurin lokkar næsta sín og leiðir hann inn á veg, sum ikki er góður.
30 Tann, ið letur eyguni saman fyri at upphugsa svik, og tann, ið læsir saman varrarnar, hevur longu fullført hitt illa.
31 Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.
32 Hin tolni er betri enn veldigur kappi; størri er at stýra sinni sínum enn at taka ein stað.
33 Í barminum verður luturin ristur, men hann fellur altíð, sum HARRIN vil.