Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 "Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,
2 og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.
3 Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?
4 Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: "Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!" - tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!
5 Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!
6 Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín - fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum - og venda sær og skræða tykkum sundur!
7 Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
8 Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.
9 Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð,
10 ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk!
11 Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!
12 Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
13 Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað;
14 og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.
15 Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!
16 Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!
17 Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.
18 Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.
19 Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.
20 Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.
21 Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: "Harri, Harri!" skal koma inn í ríki Himmiríkis - nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
22 Mong skulu siga við Meg hin dag: "Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!"
23 Og tá skal Eg vitna fyri teimum: "Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!"
24 Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.
25 Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.
26 Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.
27 Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt."
28 Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara;
29 tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra.