Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Táið Hann nú fór oman av fjallinum, fylgdi nógv fólk Honum.
2 Nú kom ein spitalskur, fall niður fyri Honum og segði: "Harri! Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan."
3 Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: "Eg vil; verð reinur!" Við tað sama varð hann reinsaður frá spitalsku síni.
4 Jesus segði nú við hann: "Síggj til, at tú ongum sigur tað! Men far og lat prestin sýna teg og ber fram gávuna, ið Móses hevur givið boð um, teimum til vitnisburð!"
5 Táið Hann so var komin inn í Kapernaum, kom høvuðsmaður til Hansara, bað Hann og segði:
6 "Harri! Drongur mín liggur lamin heima við hús í svárari pínu."
7 Jesus segði við hann: "Eg skal koma og grøða hann!"
8 Høvuðsmaðurin svaraði: "Harri! Eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt! Nei; sig bert orð, so verður drongur mín frískur!
9 Eg eri jú sjálvur maður, ið standi undir øðrum, og eg havi uppaftur hermenn undir mær; sigi eg nú við ein: "Far!" so fer hann, og við annan: "Kom!" so kemur hann, og við tænara mín: "Ger hetta!" so ger hann tað."
10 Táið Jesus hoyrdi hetta, undraðist Hann og segði við tey, sum fylgdu Honum: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg havi ikki funnið so stóra trúgv - nei, ikki í Ísrael heldur!
11 Men Eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir og sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í ríki Himmiríkis.
12 Men børn ríkisins skulu verða koyrd út í myrkrið uttanfyri; har skal vera grátur og tannagrísl."
13 So segði Jesus við høvuðsmannin: "Far! Tær verði, sum tú trúði!" Og drongurin varð frískur í somu stund.
14 Táið Jesus kom inn í hús Pæturs, sá Hann, at vermóðir hansara lá og hevði fepur.
15 Tá nam Hann við hond hennara, og hon slapp frá feprinum; og hon fór upp og borðreiddi fyri Honum.
16 Men táið kvøldið var komið, førdu tey til Hansara mong, sum sett vóru av illum andum; og Hann rak út andarnar við orði og grøddi øll hini sjúku -
17 fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur: "Hann tók veikleikar okkara og bar sjúkur okkara."
18 Táið Jesus nú sá nógv fólk rundan um Seg, beyð Hann, at yvirum skuldi verða farið.
19 Har kom ein skriftlærdur og segði við Hann: "Meistari! Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert."
20 Jesus svaraði honum: "Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður; men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvdinum at."
21 Ein annar, ein av lærisveinum Hansara, segði við Hann: "Harri! Loyv mær fyrst at fara og jarða faðir!"
22 Men Jesus segði við hann: "Fylg Mær, og lat hini deyðu jarða deyðu síni!"
23 Hann fór nú í bátin, og lærisveinar Hansara fylgdu Honum.
24 Og harður stormur varð á vatninum, so báturin fjaldist av aldunum; men Hann svav.
25 Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: "Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur."
26 Hann segði við teir: "Hví eru tit ræddir, tit trúarveiku!" So reistist Hann og hótti vind og aldur, og blikalogn varð.
27 Tá undraðust menninir og søgdu: "Hvør er tó hesin, síðani bæði vindar og vatn akta Hann?"
28 Táið Hann so var yvirum komin, til land Gadarena, møttu Honum tveir, sum vóru settir av illum andum; teir komu út úr grøvunum og vóru ógvuliga óðir, so eingin slapp fram tann vegin.
29 Teir róptu: "Hvat hava vit við Teg at gera, Tú Sonur Guds! Ert Tú komin higar at pína okkum, áðrenn tíð er?"
30 Langt frá teimum lá stórt svínafylgi og át.
31 Hinir illu andarnir bóðu Hann nú: "Rekur Tú okkum út, so loyv okkum at fara í svínafylgið!"
32 Hann segði við teir: "Farið!" Tá fóru teir út og fóru í svínini. Og alt fylgið leyp út av bakkanum í vatnið og druknaði í vatninum.
33 Men hirðarnir flýddu og fóru inn í býin og søgdu frá øllum - og hvussu gingist hevði við teimum, ið settir høvdu verið av illum andum.
34 Tá fór allur býurin út at møta Jesusi, og táið tey sóu Hann, bóðu tey Hann fara burt av leiðum sínum.