Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Nú komu Fariseararnir og Saddukeararnir og freistaðu Hann og bóðu Hann lata seg fáa at síggja tekin av Himli.
2 Men Hann svaraði teimum: "Um kvøldið siga tit: "Veðrið verður gott; tí himmalin er reyður!"
3 og um morgunin: "Í dag verður illveður; tí himmalin er reyður og dimmur." Ja, útsjónd himmalsins duga tit á at skyna, men tekin tíðanna duga tit ikki at týða!
4 Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men einki tekin skal verða henni givið uttan tekin Jónasar." So fór Hann frá teimum og fór avstað.
5 Táið lærisveinar Hansara vóru komnir yvirum, høvdu teir gloymt at taka breyð við.
6 Jesus segði við teir: "Síggið til, at tit varða tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!"
7 Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: "Tað er, tí vit hava ikki tikið breyð við!"
8 Men táið Jesus varð varur við hetta, segði Hann: "Tit trúarveiku! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um, at tit hava ikki tikið breyð við?
9 Skilja tit ikki enn, og minnast tit ikki hini fimm breyðini til hinar 5000, og hvussu mangar kurvar tit tá fingu,
10 heldur ikki hini sjey breyðini til hinar 4000, og hvussu mangar kurvar tit tá fingu?
11 Hvussu ber tað tá til, at tit skilja ikki, at tað var ikki um breyð, Eg segði hatta við tykkum? Men varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!"
12 Tá skiltu teir, at Hann hevði ikki tosað um, at teir skuldu varða seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna.
13 Táið Jesus var komin til landið við Kesarea Filippi, spurdi Hann lærisveinar Sínar: "Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?"
14 Teir svaraðu: "Summi Jóhannes doypara, summi Elias, onnur Jeremias ella ein av profetunum."
15 Hann segði við teir: "Men tit, hvønn siga tit Meg vera?"
16 Símun Pætur svaraði: "Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!"
17 Tá svaraði Jesus honum: "Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli.
18 So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
19 Og Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli."
20 Tá álegði Hann lærisveinum Sínum, at teir máttu ongum siga, at Hann var Kristus.
21 Frá teirri tíð byrjaði Jesus at gera lærisveinum Sínum kunnigt, at Hann skuldi fara til Jerúsalem og líða nógv av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin.
22 Tá tók Pætur Hann burturfrá og fór at hava at Honum og segði: "Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!"
23 Men Hann vendi Sær á og segði við Pætur: "Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!"
24 Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: "Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.
25 Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld, skal finna tað.
26 Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað vinnur allan heimin, men má lata sál sína afturfyri! Ella hvat kann menniskja geva aftur fyri sál sína!
27 Menniskjasonurin skal koma í dýrd Faðirs Síns við einglum Sínum; og tá skal Hann lata ein og hvønn fáa aftur eftir atburði hansara.
28 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja Menniskjasonin koma í ríki Sínum."