1 | Sama dagin fór Jesus frá húsum og settist við vatnið. |
|
2 | Tá savnaðist nógv fólk um Hann. Tí fór Hann í bát og settist har, og alt fólkið stóð inni á landi. |
|
3 | Hann talaði nú nógv til teirra í líknilsum. Hann segði: "Sáðmaður fór út at sáa. |
|
4 | Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp. |
|
5 | Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold. Tað kom við tað sama upp, við tað at har var ikki djúpt. |
|
6 | Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. |
|
7 | Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað. |
|
8 | Men nakað fall í góða jørð, og tað bar grøði, sumt hundraðfalda, sumt sekstifalda og sumt tríatifalda. |
|
9 | Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!" |
|
10 | Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: "Hví talar Tú til teirra í líknilsum?" |
|
11 | Hann svaraði: "Tí - tykkum er givið at kenna loyndarmál Himmiríkis ríkis; men teimum er tað ikki givið. |
|
12 | Tí honum, ið hevur, skal verða givið, so hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur. |
|
13 | Tí tali Eg til teirra í líknilsum - av tí at tey við síggjandi eygum einki síggja og við hoyrandi oyrum einki hoyra, ei heldur fata. |
|
14 | Soleiðis verður tað, sum Esaias profeteraði, uppfylt á teimum - táið hann sigur: "Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja. |
|
15 | Tí hjartað í hesum fólki er vorðið hart; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur - fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum - og venda við, so Eg kundi grøtt tey." |
|
16 | Men sæl eru eygu tykkara, tí tey síggja, og oyru tykkara, tí tey hoyra. |
|
17 | Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, sum tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, sum tit hoyra, og hoyrdu tað ikki. |
|
18 | So hoyrið tit nú líknilsið um sáðmannin! |
|
19 | Táið onkur hoyrir orðið um ríkið og fatar tað ikki, kemur hin óndi og rívur burt tað, sum sáað var í hjarta hansara; hesin er tað, sum sáað varð við vegin. |
|
20 | Tað, sum sáað varð í gaddajørð, er tann, ið hoyrir orðið og alt fyri eitt tekur við tí við gleði. |
|
21 | Men hann hevur ikki rót í sær og heldur út bert eina tíð; táið so trongd og atsókn kemur fyri orðsins skuld, verður hann fyri falli við tað sama. |
|
22 | Tað, sum sáað varð millum tornir, er tann, ið hoyrir orðið, men tímilig stúran og svikaliga lokkan ríkdómsins køvir tað, so tað ongan ávøkst ber. |
|
23 | Men tað, sum sáað varð í góða jørð, er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so ber ávøkst; ein gevur hundraðfaldan, ein sekstifaldan og ein tríatifaldan." |
|
24 | Annað líknilsi setti Hann teimum fram; Hann segði: "Ríki Himmiríkis er at líkna við mann, sum sáaði gott sáð í veltu sína. |
|
25 | Men meðan fólkið svav, kom fíggindi hansara og sáaði illgras millum hveitina og fór so burtur. |
|
26 | Táið nú sáðið vaks upp og bar grøði, kom eisini illgrasið til sjóndar. |
|
27 | Tænarar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: "Harri! Sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgrasið?" |
|
28 | Hann svaraði teimum: "Tað hevur ein fíggindi gjørt." Tænararnir søgdu við hann: "Vilt tú tá, at vit skulu fara og sanka tað saman?" |
|
29 | Men hann segði: "Nei; tí tá kunnu tit koma at slíta upp hveitina við, saman við illgrasinum, táið tit sanka tað saman. |
|
30 | Latið bæði vaksa saman til heystar! Táið so akurin skal skerast, skal eg siga við teir, ið skera hann: Sankið fyrst illgrasið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men savnið hveitina inn í løðu mína!"" |
|
31 | Annað líknilsi setti Hann fram fyri teir; Hann segði: "Ríki Himmiríkis er líkt sinopskorni, sum maður tók og sáaði í veltu sína. |
|
32 | Víst er tað minni enn alt annað fræ; men táið tað veksur upp, er tað størri enn urtirnar og verður træ, so fuglar himmalsins koma og byggja reiður í greinum tess." |
|
33 | Annað líknilsi talaði Hann til teirra: "Ríki Himmiríkis er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt." |
|
34 | Alt hetta talaði Jesus í líknilsum til fólkið, og uttan líknilsi talaði Hann einki til teirra - |
|
35 | fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur: "Eg skal lata upp munnin í líknilsum, eg skal bera fram tað, ið dult hevur verið, frá tí heimurin varð grundaður." |
|
36 | So læt Hann fólkið fara og fór til hús. Og lærisveinar Hansara komu til Hansara og søgdu: "Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!" |
|
37 | Hann svaraði: "Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er Menniskjasonurin; |
|
38 | veltan er heimurin, hitt góða sáðið er børn ríkisins; men illgrasið er børn hins ónda; |
|
39 | fíggindin, ið sáaði tað, er Djevulin; heystið er endi tíðarinnar; teir, ið skera akurin, eru einglar. |
|
40 | Sum nú illgrasið verður sankað saman og brent upp, so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda. |
|
41 | Menniskjasonurin skal senda út einglar Sínar, og teir skulu sanka saman úr ríki Hansara alt tað, sum voldir fall, og tey, sum gera órætt. |
|
42 | Og teir skulu kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl. |
|
43 | Tá skulu hini rættvísu skína sum sólin í ríki Faðirs síns. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri! |
|
44 | Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina. |
|
45 | Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum. |
|
46 | Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana. |
|
47 | Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum. |
|
48 | Táið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg niður og savna hinar góðu upp í íløt, men kasta burtur hinar vánaligu. |
|
49 | Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu |
|
50 | og kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl. |
|
51 | Hava tit fatað alt hetta?" Teir svaraðu Honum: "Ja." |
|
52 | Tá segði Hann við teir: "Tí er hvør skriftlærdur, sum upplærdur er til ríki Himmiríkis, líkur húsbónda, ið tekur fram nýtt og gamalt av tí, hann hevur." |
|
53 | Táið Jesus hevði sett fram øll hesi líknilsi, fór Hann avstað haðani. |
|
54 | Hann kom nú til heimbygd Sína og lærdi tey í sýnagogu teirra, so at tey vórðu ovfarin og søgdu: "Hvaðani hevur Hann henda vísdóm? Og hvussu kann Hann gera slíkar kraftargerðir? |
|
55 | Er hetta ikki sonur træsmiðin! Eitur ikki móðir Hansara Maria, og eita ikki brøður Hansara Jákup, Jósef, Símun og Judas! |
|
56 | Og systrar Hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum! Hvaðani hevur Hann tá alt hetta?" |
|
57 | So tóku tey sær ilt av Honum. Men Jesus segði við tey: "Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði og í sínum egna húsi." |
|
58 | Og Hann gjørdi ikki mangar kraftargerðir har; tí tey trúðu ikki. |
|
|