Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Jesus fór nú út úr templinum og burtur haðani, og lærisveinar Hansara komu til Hansara at vísa Honum tempulbygningarnar.
2 Men Hann tók til orða og segði við teir: "Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður."
3 Táið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: "Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?"
4 Jesus svaraði teimum: "Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!
5 Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: "Eg eri Kristus!" Og teir skulu villleiða mong.
6 Og tit skulu hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi. Síggið til, at tit lata tykkum ikki ræða! Tí so má verða; men endin er ikki enn.
7 Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.
8 Men alt hetta eru hinir fyrstu verkirnir.
9 Tá skulu tey geva tykkum upp at verða illa viðfarnar og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns Míns skuld.
10 Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.
11 Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong.
12 Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kølna hjá hinum flestu.
13 Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.
14 Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.
15 Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund - tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! -
16 skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini;
17 tann, ið á takinum er, má ikki fara niður eftir nøkrum, sum er í húsi hansara,
18 og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum.
19 Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst, á teimum døgum!
20 Biðið eftir, at tit skulu ikki koma at flýggja um veturin, ei heldur sabbat!
21 Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.
22 Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
23 Sigur tá onkur við tykkum: "Hyggið, her er Kristus!" ella: "Har er Hann!" skulu tit ikki trúgva tí.
24 Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verðið villleidd - hevði tað verið møguligt.
25 Nú havi Eg sagt tykkum tað frammanundan.
26 Um tá verður sagt við tykkum: "Hann er í oyðimørkini!" so farið ikki út hagar! - "Hann er í kømurunum!" so trúgvið tí ikki!
27 Tí eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir líka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur.
28 Har sum ræið er, flykkjast ørnirnar.
29 Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
30 Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.
31 Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.
32 Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.
33 Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum.
34 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.
35 Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.
36 Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin - eingin uttan Faðirin.
37 Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.
38 Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina,
39 og tey vitstu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll - so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.
40 Tá skulu tveir vera úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður latin eftir.
41 Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir.
42 Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.
43 Men tað má vera tykkum greitt, at vitsti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær.
44 Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.
45 Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?
46 Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur bera seg so at!
47 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.
48 Men sigur hin óndi tænarin so í hjarta sínum: "Harri mín drálar!" -
49 og fer so at sláa samtænarar sínar og eta og drekka við drykkjumonnum,
50 so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit,
51 og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl."