Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 "Tí ríki Himmiríkis er líkt húsbónda, ið fór út árla á morgni at biðja sær arbeiðsmenn í víngarð sín.
2 Og táið hann var komin ásamt við arbeiðsmenninar um denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín.
3 Táið hann nú fór út um triðja tíman, sá hann aðrar standa fyri einki á torginum.
4 Hann segði við teir: "Farið eisini tit út í víngarðin, og eg skal lata tykkum fáa tað, ið rætt er!" Teir fóru tá.
5 Aftur fór hann út um sætta og níggjunda tíman og gjørdi tað sama.
6 Og um ellivta tíman fór hann út og fann aðrar standandi har; hann segði tá við teir: "Hví standa tit her fyri einki allan dagin?"
7 Teir svaraðu honum: "Tí eingin hevur biðið okkum." Hann segði við teir: "Farið eisini tit út í víngarðin!"
8 Táið so kvøldið var komið, segði víngarðsharrin við arbeiðsformann sín: "Rópa arbeiðsmenninar inn og lat teir fáa lønina! Byrja við hinum síðstu, og enda við hinum fyrstu!"
9 Teir, ið vóru bidnir um ellivta tíman, komu so, og fingu denar hvør.
10 Táið tá hinir fyrstu komu, hugsaðu teir, at teir fóru at fáa meir; men eisini teir fingu denar hvør.
11 Táið teir fingu hann, knarraðu teir móti húsbóndanum og søgdu
12 "Hesir síðstu hava ikki arbeitt meir enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum hava borið byrði og hita dagsins!"
13 Men hann svaraði einum teirra: "Vinur! Eg geri tær ongan órætt; komst tú ikki ásamt við meg um ein denar!
14 Tak títt og far! Men eg skal geva hesum síðsta líka mikið sum tær.
15 Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil! Ella er eyga títt ilt, fyri tað at eg eri góður?"
16 Soleiðis skulu hini síðstu verða fyrst, og hini fyrstu síðst; [tí mong eru kallað, men fá eru útvald."]
17 Táið Jesus nú fór niðan til Jerúsalem, tók Hann hinar tólv lærisveinarnar burturfrá og segði við teir á vegnum
18 "Vit fara nú niðan til Jerúsalem, og Menniskjasonurin skal verða givin høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu upp í hendur; og teir skulu døma Hann til deyða
19 og geva Hann heidningunum upp í hendur at verða spottaðan, húðflongdan og krossfestan; og triðja dagin skal Hann rísa upp aftur."
20 Tá kom móðir Zebedeussonanna til Hansara saman við sonum sínum, fall niður fyri Honum og bað Hann um eitt.
21 Hann segði við hana: "Hvat vilt tú?" Hon svaraði Honum: "Sig, at hesir báðir synir mínir skulu sita, annar við høgru og annar við vinstru lið Tína í ríki Tínum!"
22 Men Jesus svaraði: "Tit vita ikki, hvat tit biðja um! Kunnu tit drekka kalikin, ið Eg skal drekka!" Teir svaraðu Honum: "Tað kunnu vit!"
23 Tá segði Hann við teir: "Víst skulu tit drekka kalik Mín; men at sita við høgru og vinstru lið Mína hoyrir ikki Mær til at geva; tað verður givið teimum, ið tað er ætlað av Faðir Mínum."
24 Táið hinir tíggju hoyrdu hetta, vórðu teir illir inn á teir báðar brøðurnar.
25 Tá rópti Jesus teir til Sín og segði: "Tit vita, at høvdingar tjóðanna valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt.
26 So skal ikki vera hjá tykkum; nei, tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara;
27 og tann, ið fremstur vil vera av tykkum, skal vera trælur tykkara -
28 eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong."
29 Táið teir nú fóru út úr Jeriko, fylgdi nógv fólk Honum.
30 Tveir blindir sótu við vegin; táið teir hoyrdu, at tað var Jesus, sum gekk framvið, róptu teir: "Harri, miskunna okkum, sonur Dávids!"
31 Fólkið hevði at teimum, at teir skuldu tiga; men teir róptu enn harðari og søgdu: "Harri, miskunna okkum, sonur Dávids!"
32 Tá steðgaði Jesus, kallaði á teir og segði: "Hvat vilja tit, at Eg skal gera fyri tykkum?"
33 Teir svaraðu: "Harri, at eygu okkara verða latin upp!"
34 Tá tykti Jesusi hjartaliga synd í teimum, og Hann nam við eygu teirra. Við tað sama fingu teir sjónina aftur; og teir fylgdu Honum.