Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 28
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Eftir sabbatin, táið lýsti av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja at grøvini.
2 Tá varð stórur jarðskjálvti; tí eingil Harrans kom niður av Himli, steig til og velti burt steinin og setti seg á hann.
3 Hann var sum snarljós at síggja, og klæði hansara vóru hvít sum kavi.
4 Av ræðslu fyri honum skulvu teir, ið hildu vakt, og vórðu sum deyðir.
5 Men eingilin tók til orða og segði við kvinnurnar: "Ræðist ikki! Eg veit, at tit leita eftir Jesusi, hinum krossfesta.
6 Hann er ikki her; Hann er risin upp, sum Hann hevur sagt - komið og síggið staðið, har Harrin lá!
7 Og skundið tykkum avstað og sigið við lærisveinar Hansara, at Hann er risin upp frá hinum deyðu! Hann fer undan tykkum til Galilea; har skulu tit síggja Hann. Nú havi eg sagt tykkum tað."
8 Tær skundaðu sær tá burtur frá grøvini við ótta og stórari gleði og lupu avstað at siga lærisveinum Hansara tað.
9 Men tá kom Jesus ímóti teimum og segði: "Heilar!" Tá komu tær og tóku um føtur Hansara og tilbóðu Hann.
10 Jesus segði við tær: "Óttist ikki! Farið og sigið við brøður Mínar, at teir skulu fara til Galilea! Har skulu teir síggja Meg."
11 Meðan tær nú vóru á leið hagar, komu nakrir av vaktini inn í staðin og bóru høvuðsprestunum boð um alt, ið hent hevði.
12 Tá komu teir og hinir elstu saman og hildu ráð; síðani góvu teir hermonnunum nógvan pening
13 og søgdu: "Tit skulu siga: "Lærisveinar Hansara komu um náttina og stjólu Hann, meðan vit svóvu."
14 Og skuldi landshøvdingin fingið hetta at hoyrt, skulu vit tosa við hann og stilla hann og síggja til, at tit kunnu vera tryggir."
15 Teir tóku tá peningin og gjørdu, sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi komu út millum Jødarnar - til henda dag.
16 Men hinir ellivu lærisveinarnir fóru til Galilea, til fjallið, har Jesus hevði sett teimum stevnu.
17 Táið teir sóu Hann, tilbóðu teir Hann; men summir ivaðust.
18 Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: "Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.
19 Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
20 og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar."