Leita ķ Bķbliuni
Vķškaš leiting        Leitihjįlp





       Nżggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nżggja Testamenti
Evangeliiš eftir Matteus
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Tį komu Farisearar og skriftlęrdir śr Jerśsalem til Jesus og sųgdu:
2 "Hvķ bróta lęrisveinar Tķnir vištųku hinna gomlu? Teir vaska sęr jś ikki um hendurnar, tįiš teir fara at eta."
3 Hann svaraši teimum: "Hvķ bróta tit sjįlvir boš Guds viš vištųkum tykkara?
4 Gud gav jś hetta boš: "Ęr fašir tķn og móšur tķna!" og: "Tann, iš bannar fašir ella móšur, skal vissuliga doyggja."
5 Men tit siga: "Tann, iš sigur viš fašir ella móšur: "Taš, sum tś skuldi fingiš frį męr til hjįlpar, lati eg sum tempulgįvu!" er ikki bundin at ęra fašir sķn ella móšur sķna."
6 Soleišis hava tit gjųrt lóg Guds til einkis viš vištųkum tykkara.
7 Hyklarar tykkara! Beint profeteraši Esaias um tykkum, tįiš Hann segši:
8 "Hetta fólk heišrar Meg viš vųrrunum; men hjarta teirra er langt frį Męr.
9 Tey dżrka Meg til einkis, viš taš at tey lęra lęrdómar, iš eru menniskjaboš.""
10 Hann kallaši nś fólkiš til Sķn og segši viš tey: "Hoyriš og fatiš!
11 Ikki taš, sum inn fer ķ munnin, ger menniskjaš óreint; nei, taš, sum śt fer av munninum, ger menniskjaš óreint."
12 Tį komu lęrisveinarnir til Hansara og sųgdu viš Hann: "Veitst Tś, at Fariseararnir tóku sęr ilt av hasum orši, iš teir hoyrdu?"
13 Hann svaraši: "Hvųr planta, iš himmalski Fašir Mķn ikki hevur plantaš, skal verša rykt upp viš rót.
14 Latiš teir fara! Blindir vegleišarar eru teir blindum; og tįiš blindur leišir blindan, falla bįšir ķ grųvina."
15 Tį tók Pętur til orša og segši viš Hann: "Śtlegg okkum hatta lķknilsiš!"
16 Hann segši: "Fata eisini tit so lķtiš enn?
17 Skilja tit ikki, at alt taš, sum inn fer ķ munnin, fer ķ magan og veršur leitt śt hin nįttśrliga vegin?
18 Men taš, sum śt fer av munninum, kemur śr hjartanum, og taš er taš, sum ger menniskjaš óreint.
19 Tķ śt śr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndrįp, hor, sišloysi, stuldur, rangur vitnisburšur, spottan.
20 Hetta er taš, sum ger menniskjaš óreint; men at eta viš óvaskašum hondum ger ikki menniskjaš óreint."
21 Jesus fór so hašani og kom Sęr burtur til landiš viš Tżrus og Sidon.
22 Tį kom kįnaneisk kvinna hašani av leiš; hon rópti: "Harri, sonur Dįvids, miskunna męr! Dóttir mķn veršur svįrt plįgaš av illum anda."
23 Men Hann svaraši henni ikki orš. Tį komu lęrisveinarnir til Hansara og bóšu Hann: "Slepp Tęr frį henni, tķ hon rópar eftir okkum!"
24 Hann svaraši: "Eg eri ikki sendur śt til onnur enn hinar burtmistu seyšir av hśsi Ķsraels."
25 Men hon kom, fall nišur fyri Honum og segši: "Harri, hjįlp męr!"
26 Tį svaraši Hann: "Taš er ikki rętt at taka breyš barnanna og kasta taš fyri hinar smįu hundar."
27 Men hon segši: "Taš er satt, Harri! Men hinir smįu hundar eta jś av molunum, iš falla nišur av borši harra teirra!"
28 Tį svaraši Jesus henni: "Kvinna! Trśgv tķn er stór; tęr verši sum tś vilt!" Og dóttir hennara varš grųdd frį somu stund.
29 Jesus fór nś burtur hašani og kom til vatniš ķ Galilea. Hann fór nišan į fjalliš og settist har.
30 Tį kom nógv fólk til Hansara; tey hųvdu viš sęr lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey lųgdu tey fyri fųtur Hansara; og Hann grųddi tey -
31 so at fólkiš undrašist, tįiš tey sóu, at stumm talašu, kryplar vóršu grųddir, lamin gingu, og blind sóu; og tey prķsašu Gudi Ķsraels.
32 Men Jesus kallaši til Sķn lęrisveinar Sķnar og segši: "Męr tykir hjartaliga synd ķ fólkinum; tey hava longu veriš her hjį Męr trķggjar dagar, og tey hava einki at eta. Og lata tey fara fastandi frį Męr vil Eg ikki, fyri at tey skulu ikki fįa maktarloysi į vegnum."
33 Lęrisveinarnir sųgdu viš Hann: "Hvašani skulu vit her ķ oyšimųrk fįa so mong breyš, at vit kunnu metta hetta nógva fólk!"
34 Jesus segši viš teir: "Hvussu mong breyš hava tit?" Teir svarašu: "Sjey, og so nakrar fįar smįfiskar."
35 Tį beyš Hann fólkinum, at taš skuldi seta seg nišur į jųršina.
36 So tók Hann hini sjey breyšini og fiskarnar, takkaši og breyt tey og fekk lęrisveinunum; og lęrisveinarnir góvu fólkinum.
37 Og tey ótu ųll og vóršu mett. Sķšani savnašu teir saman avlopiš av bitunum, sjey fullar kurvar.
38 Tey, sum etiš hųvdu, vóru 4000 menn, umframt kvinnur og bųrn.
39 Og tįiš Hann hevši latiš fólkiš fara, fór Hann ķ bįtin og kom til landiš viš Magadan.