Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Táið Jesus hevði endað hesa talu, fór Hann úr Galilea og kom til landið hinumegin Jordan, sum hoyrir til Judea.
2 Og nógv fólk fylgdi Honum, og Hann grøddi tey har.
3 Tá komu Fariseararnir til Hansara, freistaðu Hann og søgdu: "Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?"
4 Hann svaraði: "Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu
5 og segði: "Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!"
6 So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur."
7 Tá søgdu teir við Hann: "Hví beyð tá Móses at geva skilnaðarbræv og skiljast frá henni?"
8 Hann svaraði teimum: "Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so.
9 Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor."
10 Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: "Eru viðurskiftini so millum mann og konu, tá er ikki ráðiligt at giftast!"
11 Hann svaraði teimum: "Ikki øll fata hetta orð, nei, bert tey, sum tað er givið.
12 Tí geldingar eru, sum eru føddir so úr móðurlívi; geldingar eru, sum eru geldir av menniskjum; og geldingar eru, sum hava gelt seg sjálvar fyri Himmiríkis ríkis skuld. Tann, ið kann fata hetta orð, hann fati tað!"
13 Tá vórðu smá børn førd til Hansara, fyri at Hann skuldi leggja hendurnar á tey og biðja; men lærisveinarnir høvdu at teimum.
14 Tá segði Jesus: "Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til."
15 So legði Hann hendurnar á tey og fór haðani.
16 Tá kom ein til Hansara og segði: "Meistari! Hvat gott skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?"
17 Hann segði við hann: "Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!"
18 Hann spurdi: "Hvørji?" Jesus svaraði: ""Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð";
19 "ær faðir tín og móður tína!" og: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.""
20 Hin ungi maðurin segði við Hann: "Alt hetta havi eg hildið; hvat fattast mær enn?"
21 Jesus svaraði honum: "Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!"
22 Men táið hin ungi maðurin hoyrdi hetta, fór hann tungur avstað; tí hann var ógvuliga ríkur.
23 Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis.
24 Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!"
25 Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, vórðu teir ógvuliga slignir av ótta og søgdu: "Hvør kann tá verða frelstur!"
26 Men Jesus hugdi uppá teir og segði við teir: "Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt."
27 Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: "Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær - hvat skulu vit tá fáa?"
28 Jesus segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Í endurføðingini, táið Menniskjasonurin situr í hásæti dýrdar Sínar, skulu eisini tit, sum hava fylgt Mær, sita í tólv hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.
29 Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móður, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld, skal fáa tað mangar ferðir aftur og arva ævigt lív.
30 Men mong, sum fyrst eru, skulu verða síðst, og mong, sum síðst eru, skulu verða fyrst."