Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum. Hann segði:
2 "Ríki Himmiríkis er líkt kongi, ið gjørdi brúdleyp sonar síns.
3 Og hann sendi tænarar sínar út at biðja hini bodnu koma í brúdleypið; men tey vildu ikki koma.
4 Aftur sendi hann út aðrar tænarar og segði: "Sigið við hini bodnu: "Eg havi gjørt máltíð mína til; oksar mínir og feitineyt míni eru dripin, og alt er til reiðar - komið í brúdleypið!""
5 Men tey løgdu ikki í tað og fóru avstað, eitt út á bø sín, annað í handil sín;
6 hini løgdu hond á tænarar hansara, háðaðu teir og drópu teir.
7 Tá varð kongurin illur og sendi út herar sínar og drap hesar manndráparar og setti eld á stað teirra.
8 So segði hann við tænarar sínar: "Tilgjørt er til brúdleypið; men hini bodnu vóru tað ikki verd.
9 Farið tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp øllum, sum tit hitta!"
10 So fóru hesir tænarar út á vegirnar og savnaðu saman øll, ið teir hittu, bæði ónd og góð; og brúdleypshúsið varð fult av gestum.
11 Táið nú kongurin fór inn at síggja gestirnar, sá hann har mann, sum ikki var í brúdleypsklæðum.
12 Hann segði við hann: "Vinur! Hvussu ert tú komin inn higar og ert ikki í brúdleypsklæðum?" Men hann tagdi.
13 Tá segði kongurin við tænararnar: "Bindið hendur og føtur hansara og kastið hann út í myrkrið uttanfyri!" - Har skal vera grátur og tannagrísl.
14 Tí mong eru kallað, men fá eru útvald."
15 Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð um, hvussu teir kundu fanga Hann í orðum.
16 So sendu teir lærisveinar sínar til Hansara saman við Heródingum og lótu teir siga: "Meistari! Vit vita, at Tú ert sannorðaður og lærir veg Guds í sannleika og leggur ongan í; tí Tú gert ikki mannamun.
17 Sig okkum tí, hvat heldur Tú: Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?"
18 Men Jesus var varur við óndskap teirra og segði: "Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg!
19 Vísið Mær skattapeningin!" Tá fingu teir Honum denar.
20 Hann spurdi teir: "Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?"
21 Teir svaraðu: "Keisarans." Tá segði Hann við teir: "So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!"
22 Táið teir hoyrdu hetta, undraðust teir, og teir fóru frá Honum og fóru avstað.
23 Sama dag komu nakrir Saddukearar til Hansara, teir, sum siga, at eingin uppreisn er; teir spurdu Hann:
24 "Meistari! Móses hevur sagt: "Táið ein doyr og eingi børn hevur, skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa bróður sínum upp avkom."
25 Nú vóru hjá okkum sjey brøður; hin fyrsti giftist og doyði; og við tað at hann einki avkom átti, læt hann bróður sínum konuna eftir seg.
26 Á sama hátt hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda.
27 Seinast av øllum doyði konan.
28 Hvør av hesum sjey skal nú hava hana til konu í uppreisnini? Teir hava jú havt hana allir."
29 Jesus svaraði teimum: "Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds.
30 Tí í uppreisnini taka tey ikki til ekta, verða ei heldur givin til ekta; nei, tey eru sum einglar Guds í Himli.
31 Men viðvíkjandi tí, at hini deyðu rísa upp aftur, hava tit tá ikki lisið tað, sum talað er til tykkara av Gudi, táið Hann sigur:
32 "Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups"? Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi."
33 Táið fólkið hoyrdi hetta, vórðu tey sligin av undran yvir læru Hansara.
34 Táið Fariseararnir hoyrdu, at Hann hevði tept Saddukeararnar, komu teir saman.
35 Og ein teirra, ein lógkønur, spurdi Hann - fyri at freista Hann -:
36 "Meistari! Hvat er hitt stóra boðið í lógini?"
37 Hann svaraði honum: ""Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum."
38 Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.
39 Men annað er hesum líkt: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan."
40 Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir."
41 Meðan nú Fariseararnir vóru savnaðir, spurdi Jesus teir:
42 "Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er Hann?" Teir svaraðu Honum: "Dávids."
43 Tá segði Hann við teir: "Hvussu kann Dávid tá í Andanum kalla Hann Harra! Hann sigur jú:
44 "Harrin segði við Harra mín: "Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar undir føtur Tínar!""
45 Táið nú Dávid kallar Hann Harra, hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!"
46 Og eingin fekk svarað Honum orð; ei heldur tordi nakar aftur at seta Honum spurningar eftir tann dag.