Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Um ta tíðina gekk Jesus gjøgnum akur sabbat, og lærisveinar Hansara vóru svangir og fóru at slíta øks og eta.
2 Táið Fariseararnir sóu tað, søgdu teir við Hann: "Hygg, lærisveinar Tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera sabbat!"
3 Hann svaraði teimum: "Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann var svangur, og teir, ið við honum vóru
4 - hvussu hann fór inn í hús Guds og át sýnisbreyðini, sum ikki hann hevði loyvi at eta, ei heldur teir, ið við honum vóru, men prestarnir eina?
5 Ella hava tit ikki lisið í lógini, at prestarnir sabbat vanhalga sabbatin í templinum og eru tó ikki sekir?
6 Men Eg sigi tykkum, at her er tað, sum størri er enn templið.
7 Men høvdu tit vitað, hvat hetta er: "Eg vil hava miskunn og ikki offur," so høvdu tit ikki dómfelt teir, ið sakleysir eru.
8 Tí Menniskjasonurin er harri sabbatsins."
9 So fór Hann haðani og kom inn í sýnagogu teirra.
10 Har var maður, ið hevði visna hond. Teir spurdu Hann nú: "Er loyviligt at grøða sabbat?" - fyri at teir kundu fáa okkurt at klaga Hann fyri.
11 Tá segði Hann við teir: "Um onkur tykkara eigur seyð, sum sabbat dettur í eina grøv - hvør er hann, sum tá ikki tekur í hann og dregur hann uppúr aftur!
12 Hvussu mangan meir er nú ikki menniskja enn seyður! Tí er loyviligt at gera væl sabbat."
13 So segði Hann við mannin: "Rætt út hondina!" Hann rætti hana út, og hon varð frísk aftur sum hin.
14 Tá fóru Fariseararnir út og løgdu saman ráð móti Honum, hvussu teir skuldu fáa beint fyri Honum.
15 Men táið Jesus fekk hetta at vita, fór Hann burtur haðani. Og mong fylgdu Honum, og Hann grøddi tey øll.
16 Men Hann beyð teimum strangliga ikki at gera Hann kendan
17 - fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur:
18 "Hygg tænari Mín, sum Eg havi útvalt, elskaði Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg skal lata Anda Mín koma yvir Hann, og Hann skal kunngera heidningunum rætt.
19 Hann skal ikki træta og ikki rópa, og eingin skal hoyra mál Hansara á gøtunum.
20 Hann skal ikki sora hitt brotna rørið og ikki sløkkja hitt rúkandi skarið, inntil Hann hevur ført rættin fram til sigur.
21 Til navn Hansara skulu heidningarnir seta vón sína."
22 Nú varð ein, ið settur var av illum anda, og sum var blindur og stummur, leiddur til Hansara; og Hann grøddi hann, so hin stummi talaði og sá.
23 Tá stóð alt fólkið ovfarið og segði: "Man tað vera so, at hetta er Dávidssonurin?"
24 Men táið Fariseararnir hoyrdu hetta, søgdu teir: "Tað er bert við Be’elzebul, høvdinga hinna illu anda, hesin rekur út illar andar!"
25 Men Jesus, sum vitsti, hvat teir hugsaðu, segði við teir: "Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og eingin býur, sum kemur í stríð við seg sjálvan, verður standandi, einki hús heldur.
26 Um nú Satan rekur út Satan, er hann komin í stríð við seg sjálvan; hvussu verður ríki hansara tá standandi!
27 Reki Eg nú út hinar illu andar við Be’elzebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara.
28 Men reki Eg út hinar illu andar við Anda Guds, er jú ríki Guds komið til tykkara.
29 Ella hvussu kann nakar fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka! Tá kann hann ræna hús hansara.
30 Tann, ið ikki er við Mær, er ímóti Mær; og tann, ið ikki savnar við Mær, skilir sundur.
31 Tí sigi Eg tykkum: Øll synd og spottan skal verða menniskjum fyrigivin; men spottan móti Andanum skal ikki verða fyrigivin.
32 Og um onkur talar orð móti Menniskjasyninum - tað skal verða honum fyrigivið; men tann, ið talar móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi tíð ella í hini komandi.
33 Latið annaðhvørt træið vera gott og ávøkst tess góðan, ella latið træið vera ringt og ávøkst tess ringan! Tí av ávøkstinum kennist træið.
34 Ormaavkom! Hvussu kunnu tit tala gott, tit, sum eru óndir! Tí muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av.
35 Gott menniskja ber fram gott av hinum góða, ið tað hevur til, og ringt menniskja ber fram ónt av hinum ónda, ið tað hevur til.
36 Men Eg sigi tykkum, at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala.
37 Tí eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur rættvísur, og eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur sekur."
38 Tá tóku nakrir av hinum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við Hann: "Meistari! Okkum hevði dámt at sæð tekin frá Tær."
39 Men Hann svaraði teimum: "Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar profets.
40 Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskjasonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar.
41 Menn úr Nineve skulu stíga fram í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí teir vendu við, táið Jónas prædikaði fyri teimum - og hyggið, her er meir enn Jónas!
42 Drotningin úr Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons - og hyggið, her er meir enn Sálomon!
43 Táið hin óreini andin er farin út úr menniskjanum, gongur hann um á vatnleysum støðum og leitar eftir hvílu, men finnur hana ikki.
44 Tá sigur hann: "Eg skal fara aftur í hús mítt, sum eg fór úr." Og táið hann kemur hagar, sær hann, at tað stendur tómt og er sópað og prýtt.
45 Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, ið verri eru enn hann sjálvur; táið teir so eru farnir inn, verða teir búgvandi har, og hitt seinna hjá tí menniskja verður verri enn hitt fyrra. So skal eisini gangast hesi óndu ætt."
46 Meðan Hann enn talaði til fólkið, stóðu móðir og brøður Hansara uttanfyri og vildu tosa við Hann.
47 Ein segði nú við Hann: "Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja tosa við Teg!"
48 Men Hann svaraði honum, ið bar Honum hesi boð: "Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?"
49 Og Hann rætti út hondina yvir lærisveinar Sínar og segði: "Hygg, her er móðir Mín, og her eru brøður Mínir!
50 Tí hvør tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum í Himli er, hann er bróðir og systir og móðir Mín."