Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Hann kallaði nú hinar tólv lærisveinar Sínar til Sín og gav teimum vald yvir óreinum andum, at reka teir út, og at grøða hvørja sjúku og hvønn veikleika.
2 Hetta eru nøvn hinna tólv ápostla: Fyrstur Símun, sum kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara; Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir hansara;
3 Filip og Bartolomeus, Tummas og Matteus tollari; Jákup, sonur Alfeus, og Lebbeus, sum eisini hevði navnið Taddeus;
4 Símun Kánaneari og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann.
5 Hesar tólv sendi Jesus út og beyð teimum: "Takið ikki leiðina út til heidningarnar, og farið ikki inn í nakran bý Samverja!
6 Nei, farið heldur til hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels!
7 Og sum tit ferðast fram, skulu tit prædika og siga: "Ríki Himmiríkis er komið nær."
8 Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.
9 Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara,
10 ikki tasku at ferðast við, ikki tveir kyrtlar, ikki skógvar, ikki stav! Tí arbeiðsmaðurin er føði sína verdur.
11 Har sum tit koma inn í bý ella bygd, spyrjið eftir har, hvør ið er tað verdur, og verðið hjá honum, inntil tit fara avstað haðani!
12 Táið tit koma inn í hús, so heilsið tí!
13 Er tá húsið tað vert, so komi friður tykkara yvir tað! Men er tað tað ikki vert, vendi friður tykkara aftur til tykkara.
14 Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara!
15 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Sodoma- og Gomorralandi skal gangast frægari dómsdagin enn tí býi.
16 Eg sendi tykkum út sum seyð mitt ímillum úlvar! Verið tí klókir sum ormar og einfaldir sum dúvur!
17 Men varðið tykkum fyri menniskjunum! Tí tey fara at geva tykkum upp til dómstólar og húðfleingja tykkum, í sýnagogum sínum;
18 tit skulu verða leiddir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum og heidningunum til vitnisburð.
19 Táið tey nú geva tykkum upp, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella hvat tit skulu tala! Tí tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit skulu tala.
20 Tað eru jú ikki tit, ið tala, nei, tað er Andi Faðirs tykkara, sum talar í tykkum.
21 Bróðir skal geva bróður upp til deyða, og faðir barn sítt; og børn skulu reisa seg móti foreldrum og volda deyða teirra.
22 Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út inntil endan, skal verða frelstur.
23 Táið tey nú liggja eftir tykkum í einum býi, so flýggið til ein annan! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu ikki verða lidnir við býir Ísraels, áðrenn Menniskjasonurin kemur.
24 Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum; ei heldur er tænarin yvir harra sínum.
25 Tað er lærisveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og tað er tænaranum nóg mikið, at hann verður sum harri hansara. Hava tey kallað húsbóndan Be’elzebul, hvussu mikið meiri tá ikki húsfólk Hansara!
26 Tit mugu tí ikki ræðast tey. Tí einki er dult, sum skal ikki verða opinberað, og einki er loynt, sum skal ikki verða kunnigt.
27 Tað, sum Eg sigi tykkum í myrkrinum, talið tað í ljósinum, og tað, sum tykkum verður lýtt í oyrað, prædikið tað uppi á tekjunum!
28 Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti!
29 Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening! Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil.
30 Á tykkum eru enntá øll hárini á høvdinum tald.
31 Verið tí ikki ræddir! Tit eru meiri verdir enn mangir spurvar.
32 Hvør tann, sum tí kennist við Meg fyri menniskjum, hann skal eisini Eg kennast við fyri Faðir Mínum, sum er í Himli.
33 Men tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal eisini Eg avnokta fyri Faðir Mínum, sum er í Himli.
34 Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar! Eg eri ikki komin við friði, men við svørði.
35 Tí Eg eri komin at volda ósemju millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara.
36 Húsfólk mansins skal verða fíggindar hansara.
37 Tann, ið elskar faðir ella móður meir enn Meg, er Meg ikki verdur; tann, ið elskar son ella dóttur meir enn Meg, er Meg ikki verdur;
38 tann, ið tekur ikki kross sín og fylgir Mær eftir, er Meg ikki verdur.
39 Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí.
40 Tann, sum tekur ímóti tykkum, tekur ímóti Mær; tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, sum sendi Meg.
41 Tann, sum tekur ímóti profeti, tí hann er profetur, skal fáa somu løn sum profetur; tann, sum tekur ímóti einum rættvísum, tí hann er ein rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur.
42 Tann, ið gevur einum av hesum smáu bert bikar av køldum vatni at drekka, tí hann er lærisveinur - sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal als ikki missa løn sína!"