Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Seks dagar eftir hetta tók Jesus Pætur og Jákup og bróður hansara Jóhannes við Sær og fór við teimum niðan á høgt fjall, har teir vóru fyri seg sjálvar.
2 Hann fekk tá aðra útsjónd fyri teimum; andlit Hansara skein sum sólin, og klæði Hansara vórðu hvít sum ljósið.
3 Og Móses og Elias vístu seg fyri teimum og talaðu við Hann.
4 Tá tók Pætur til orða og segði við Jesus: "Harri, her er okkum gott at vera! Vilt Tú, so skal eg her gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein."
5 Meðan hann enn talaði, kom lýsandi skýggj og skuggaði yvir teir; og úr skýnum hoyrdist rødd, ið segði: "Hetta er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til - hoyrið Hann!"
6 Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir niður á andlit síni í stórari ræðslu.
7 Men Jesus kom til teirra, nam við teir og segði: "Reisið tykkum, óttist ikki!"
8 Og táið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus eina.
9 Meðan teir nú gingu oman aftur av fjallinum, álegði Jesus teimum hetta: "Talið ongan við um hesa sjón, fyrrenn Menniskjasonurin er risin upp frá hinum deyðu!"
10 Tá spurdu lærisveinarnir Hann: "Hvat er tá tað, ið hinir skriftlærdu siga, at Elias eigur at koma fyrst?"
11 Hann svaraði: "Víst kemur Elias og skal beina alt aftur í lag;
12 men Eg sigi tykkum, at Elias er longu komin, og teir vildu ikki vita av honum, men gjørdu við hann alt, ið teir vildu. Soleiðis skal eisini Menniskjasonurin líða av teimum."
13 Tá skiltu lærisveinarnir, at tað var um Jóhannes doypara, Hann talaði við teir.
14 Táið teir so komu til fólkið, kom maður til Hansara, fall á knæ fyri Honum og segði:
15 "Harri! Miskunna syni mínum! Hann hevur niðurfalssjúku og pínist svárliga; ofta dettur hann í eld, og ofta í vatn.
16 Og eg kom við honum til lærisveinar Tínar; men teir kundu ikki grøða hann."
17 Tá svaraði Jesus: "Tú vantrúna og rangvørga ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum? Fáið Mær hann higar!"
18 Og Jesus talaði harðliga til hansara; tá fór hin illi andin út úr honum, og drongurin varð grøddur frá somu stund.
19 Tá fóru lærisveinarnir til Jesus avsíðis og søgdu: "Hví kundu vit ikki reka hann út?"
20 Hann svaraði teimum: "Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: "Flyt teg hiðani og hagar!" og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt.
21 Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu."
22 Meðan teir nú ferðaðust saman í Galilea, segði Jesus við teir: "Menniskjasonurin skal verða givin menniskjum í hendur;
23 og tey skulu drepa Hann; men triðja dagin skal Hann rísa upp aftur." Tá vórðu teir ógvuliga tungir.
24 Táið teir komu til Kapernaum, komu teir, sum kravdu tempulskattin, til Pætur og søgdu: "Letur meistari tykkara ikki skattin?"
25 Hann svaraði: "Jú!" Táið hann kom til hús, var Jesus hin fyrri og segði: "Hvat tykir tær, Símun? Frá hvørjum taka kongarnir á jørðiní toll ella skatt, frá sonum sínum ella frá hinum fremmandu?"
26 Hann svaraði: "Frá hinum fremmandu." Tá segði Jesus: "So eru jú synirnir fríir!
27 Men fyri at vit skulu ikki verða teimum til ástoyt, so far oman at vatninum og kasta út ongul, og tak fyrsta fisk, ið á kemur! Táið tú letur sundur munn hansara, skalt tú finna stater; tak hann og gev teimum hann fyri Meg og teg!"