Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Í somu stund komu lærisveinarnir til Jesus og søgdu: "Hvør er nú hin størsti í ríki Himmiríkis?"
2 Tá rópti Hann lítið barn til Sín, læt tað standa mitt ímillum teirra
3 og segði: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Venda tit ikki við og verða sum børn, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis.
4 Tann, sum tí ger seg lítlan sum hetta barn, er hin størsti í ríki Himmiríkis.
5 Og tann, sum tekur ímóti bert einum slíkum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær.
6 Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva á Meg, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins.
7 Vei heiminum fyri tað, sum voldir fall! Tí víst er tað so, at tað, sum voldir fall, má koma; men vei tí menniskja, sum tað, ið voldir fall, kemur við!
8 Um hond ella fótur tín freistar teg, so høgg tað av og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara lamin ella krypil inn til lívið enn at hava tvær hendur og tveir føtur og verða kastaður í hin æviga eld.
9 Og um eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara einoygdur inn til lívið enn at hava tvey eygu og verða kastaður í eld Helvitis.
10 Síggið til, at tit ongan av hesum smáu vanvirða! Tí Eg sigi tykkum, at einglar teirra í Himli síggja altíð andlit Faðirs Míns, sum í Himli er.
11 Tí Menniskjasonurin er komin at frelsa tað, sum fortapt var.
12 Hvat halda tit? Um maður eigur 100 seyðir, og ein teirra villist burtur, fer hann tá ikki frá hinum 99 og fer í fjøllini at leita eftir honum, ið burtvilstur er!
13 Og hendir tað, at hann finnur hann - sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann er glaðari um hann enn um hinar 99, ið ikki viltust burtur.
14 Soleiðis er tað ikki vilji Faðirs tykkara, sum í Himli er, at so mikið sum eitt av hesum smáu skal fortapast.
15 Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
16 Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at "hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna"!
17 Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.
18 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt, ið tit binda á jørðini, skal vera bundið í Himli; og alt, ið tit loysa á jørðini, skal vera loyst í Himli.
19 Uppaftur sigi Eg tykkum: verða tveir tykkara á jørðini samsintir um at biðja um okkurt - veri, hvat tað vera má - tað skal verða teimum givið av Faðir Mínum, sum í Himli er.
20 Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra."
21 Tá steig Pætur fram og segði við Hann: "Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?"
22 Jesus svaraði honum: "Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.
23 Tí er ríki Himmiríkis at líkna við kong, ið skuldi halda roknskap við tænarar sínar.
24 Og táið hann fór at gera upp, varð ein, ið skyldaði 10 000 talentir, førdur fram fyri hann.
25 Og við tað at hann einki átti at rinda við, beyð harri hansara, at hann og kona og børn hansara og alt, ið hann átti, skuldi seljast, og at rindast skuldi.
26 Tá fall tænarin niður fyri honum, bønaði hann og segði: "Harri, hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!"
27 Tá tykti harranum hjá hesum tænara hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir.
28 Men táið hesin sami tænari fór út, hitti hann ein samtænara sín, sum skyldaði honum 100 denarar. Hann legði tá hond á hann, tók um kvørkrar hansara og segði: "Rinda tað, ið tú skyldar!"
29 Tá fall hesin samtænari hansara niður fyri honum, bað hann og segði: "Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!"
30 Men hann vildi ikki, men fór og læt hann seta fastan, inntil hann rindaði tað, sum hann skyldaði.
31 Táið nú samtænarar hansara sóu tilgongdina, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá, hvussu vorðið var.
32 Tá kallaði harri hansara hann fyri seg og segði við hann: "Óndi tænari tín! Alla hasa skuld gav eg tær eftir, tí tú baðst meg.
33 Sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaði tær!"
34 Og harri hansara varð illur og læt hann bøðlunum í hendur, inntil hann rindaði alt, ið hann skyldaði honum.
35 Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum."