Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Tá talaði Jesus til fólkið og lærisveinar Sínar og segði:
2 "Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir.
3 Gerið og haldið tí alt, ið teir siga tykkum! Men takið ikki eftir verkum teirra! Tí teir siga tað víst, men gera tað ikki!
4 Teir binda tungar byrðar, ringar at bera, og leggja menniskjum tær á herðarnar; men sjálvir vilja teir ikki nema tær við einum fingri.
5 Alt, ið teir gera, gera teir, fyri at menniskju skulu síggja tað; teir gera bønareimar sínar breiðar og duskar sínar stórar.
6 Teir vilja fegin sita ovastir til borðs í veitslunum og á hinum fremstu sessunum í sýnagogunum
7 og verða heilsaðir á torgunum og kallaðir rabbi av menniskjum.
8 Men tit skulu ikki lata tykkum kalla rabbi; tí ein er meistari tykkara, og tit eru allir brøður.
9 Og tit skulu ongan á jørðini kalla faðir tykkara; tí ein er Faðir tykkara, Hann, sum er í Himli.
10 Ei heldur skulu tit lata kalla tykkum vegleiðarar; tí ein er vegleiðari tykkara: Kristus.
11 Hin størsti av tykkum skal vera tænari tykkara.
12 Tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.
13 Men vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit steingja ríki Himmiríkis fyri menniskjum; sjálvir fara tit ikki inn í tað, og teimum, sum vilja fara inn, geva tit ikki loyvi at fara.
14 Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit eta upp húsini hjá einkjum og halda á kvamsvís langar bønir; tit skulu tí fáa tess harðari dóm.
15 Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit ferðast um á sjógvi og landi at vinna bert ein trúskifting; og táið hann er vorðin tað, gera tit hann til helvitisbarn, tvær ferðir so ringt sum tit eru sjálvir.
16 Vei tykkum, blindu vegleiðarar tykkara! Tí tit siga: "Tann, ið svør um templið - tað er einki, men tann, ið svør um gullið í templinum, er bundin."
17 Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gullið, ella templið, ið halgar gullið!
18 Framvegis: "Tann, ið svør um altarið - tað er einki, men tann, ið svør um gávuna á tí, er bundin."
19 Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gávan, ella altarið, ið halgar gávuna!
20 Tann, sum tí svør um altarið, svør um tað og alt, ið á tí er.
21 Tann, ið svør um templið, svør um tað og Hann, sum í tí býr.
22 Og tann, ið svør um Himmalin, svør um hásæti Guds og Hann, sum í tí situr.
23 Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
24 Blindu vegleiðarar tykkara, sum síla mýggjabitið frá, men svølgja kamelin!
25 Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit reinsa bikarið og fatið uttan, men innan eru tey full av ráni og grískleika.
26 Blindi Fariseari tín! Ger fyrst bikarið og fatið reint innan, so tey kunnu verða rein uttan við!
27 Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit líkjast kálkaðum grøvum, sum jú eru vakrar at síggja uttan, men eru fullar innan av deyðum beinum og allari óreinsku.
28 Soleiðis síggja eisini tit rættvísir út uttan fyri menniskjum, men innan eru tit fullir av hykli og lógloysi.
29 Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit byggja gravir profetanna og prýða leiði hinna rættvísu og siga:
30 "Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, so høvdu vit ikki havt lut við teimum í blóði profetanna."
31 So vitna tit tá um tykkum sjálvar, at tit eru børn teirra, sum drópu profetarnar!
32 Fyllið tit so eisini mál fedra tykkara!
33 - Høggormar! Ormaavkom! Hvussu kunnu tit sleppa undan dómi Helvitis!
34 Tí - ja, tí sendi Eg tykkum profetar, vísar og skriftlærdar! Summar av teimum skulu tit drepa og krossfesta, og summar skulu tit húðfleingja í sýnagogum tykkara og elta teir úr einum býi í annan -
35 fyri at tað skal koma yvir tykkum, alt hitt rættvísa blóð, ið úthelt er á jørðini, líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóð Zakariasar, sonar Barakiasar, sum tit drópu millum templið og altarið.
36 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt hetta skal koma yvir hesa ætt!
37 Jerúsalem, Jerúsalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki.
38 Hús tykkara skal latast tykkum oyðið!
39 Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit ikki síggja Meg, fyrrenn tit siga: "Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!""