Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Táið so Jesus var liðugur at geva hinum tólv lærisveinum Sínum hesi boð, fór Hann haðani út at læra og prædika í býum teirra.
2 Táið nú Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, sendi hann boð við lærisveinum sínum og læt siga við Hann:
3 "Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?"
4 Jesus svaraði teimum: "Farið og sigið Jóhannesi frá tí, sum tit hoyra og síggja:
5 Blind síggja, og lamin ganga; spitølsk verða reinsað, og deyv hoyra; deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum
6 og sælur er tann, ið ikki tekur sær ilt av Mær!"
7 Táið nú teir fóru avstað, tók Jesus at tala til fólkið um Jóhannes: "Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Rør, ið sveiggjar fyri vindinum?
8 Ella hvat fóru tit út at síggja? Mann í fínum klæðum? - Teir, sum ganga fínt klæddir, eru í kongahøllunum.
9 Ella hvat fóru tit út at síggja? Profet? Ja, sigi Eg tykkum: Og meir enn profet!
10 Tí hann er tann, ið skrivað er um: "Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær veg Tín til reiðar."
11 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Størri enn Jóhannes doypari er eingin stigin fram millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Himmiríkis er størri enn hann.
12 Men frá døgum Jóhannesar doypara inntil nú verður ríki Himmiríkis tikið við valdi, við at nýta vald skræða menn tað til sín.
13 Tí allir profetarnir og lógin hava profeterað - líka til Jóhannes;
14 og - vilja tit taka við tí -: Hann er Elias, ið koma skal.
15 Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!
16 Men hvat skal Eg líkna hesa ætt við? Hon líkist børnum, ið sita á torgunum og rópa til onnur børn:
17 "Vit blástu á floytu fyri tykkum, og tit dansaðu ikki! Vit sungu sorgarsongir, og tit grótu ikki!"
18 Tí Jóhannes kom - hann hvørki át ella drakk - og tey siga: "Hann hevur illan anda!"
19 Menniskjasonurin kom - Hann etur og drekkur - og tey siga: "Hygg - átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!" Tó, vísdómurin er rættvísgjørdur av børnum sínum."
20 Tá fór Hann at revsa býirnar, har flestu kraftargerðir Hansara vóru gjørdar, tí teir høvdu ikki vent við:
21 "Vei tær, Korazin! Vei tær, Betsaida! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tykkum, gjørdar í Týrus og Sidon, høvdu teir langt síðani vent við í sekki og øsku.
22 Tó, Eg sigi tykkum: Týrus og Sidon skal gangast frægari dómsdagin enn tykkum.
23 Og tú, Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tær, gjørdar í Sodoma, hevði tað staðið til henda dag.
24 Tó, Eg sigi tykkum: Sodomalandi skal gangast frægari dómsdagin enn tær."
25 Á teirri tíð tók Jesus til orða og segði: "Eg prísi Tær, Faðir, harri himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað!
26 Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi.
27 Alt er litið Mær upp í hendur av Faðir Mínum; eingin kennir Sonin uttan Faðirin, ei heldur kennir nakar Faðirin uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann.
28 Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera - Eg skal geva tykkum hvílu!
29 Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær - tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta - so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!
30 Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt."