Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Um hesa tíðina frætti Heródes fjórðingshøvdingi tíðindini um Jesus.
2 Tá segði hann við tænarar sínar: "Hatta er Jóhannes doypari! Hann er risin upp frá hinum deyðu; tí virka hesar kreftir í honum."
3 Tí Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann í fangahús. Tað komst av Heródias, konu Filip, bróður hansara.
4 Tí Jóhannes hevði sagt við hann: "Tú hevur ikki loyvi at hava hana."
5 Og hann hevði fegin viljað dripið hann; men hann ræddist fólkið; tí tey hildu hann vera profet.
6 Men táið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródias fyri teimum, og Heródesi líktist so væl á hana,
7 at hann við eiði lovaði at geva henni, hvat hon so vildi hava.
8 Og av tí at móðir hennara fekk hana til tað, segði hon tá: "Gev mær higar høvd Jóhannesar doypara á fati!"
9 Tá varð kongurin illa við; men av tí at hann hevði svorið, og gestirnir høvdu hoyrt, beyð hann, at tað skuldi verða henni givið.
10 Hann sendi so menn sínar avstað og læt Jóhannes hálshøgga í fangahúsinum.
11 Høvd hansara varð tá borið fram á fati og givið gentuni, og hon bar móður síni tað.
12 Lærisveinar hansara komu nú og tóku líkið og jarðaðu tað; síðani fóru teir og søgdu Jesusi frá hesum.
13 Táið Jesus hoyrdi tað, fór Hann í báti burt haðani til oyðið stað fyri Seg sjálvan; men táið fólkið fekk hetta at hoyra, fóru tey til gongu aftan á Honum úr bygdunum.
14 Táið Hann kom á land, sá Hann tí nógv fólk har; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, og Hann grøddi tey av teimum, sum sjúk vóru.
15 Men táið kvøldið var komið, fóru lærisveinarnir til Hansara og søgdu: "Staðið her er oyðið, og tað seinkar; lat fólkið fara avstað, so tey kunnu fara í bygdirnar og keypa sær mat!"
16 Jesus segði við teir: "Teimum nýtist ikki at fara avstað; gevið tit teimum at eta!"
17 Teir svaraðu Honum: "Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar!"
18 Men Hann segði: "Fáið Mær tað higar!"
19 So beyð Hann, at fólkið skuldi seta seg niður í grasið. Og Hann tók hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði. So breyt Hann breyðini og gav lærisveinunum tey, og lærisveinarnir góvu fólkinum tey.
20 Tey ótu nú øll og vórðu mett. Síðani savnaðu teir saman avlopið av bitunum, tólv fullar kurvar.
21 Teir, sum etið høvdu, vóru um 5000 menn - umframt kvinnur og børn.
22 Við tað sama noyddi Hann nú lærisveinar Sínar at fara í bátin og fara undan Sær yvir um aftur vatnið, meðan Hann læt fólkið fara.
23 Táið Hann hevði latið fólkið fara, fór Hann niðan á fjallið fyri Seg sjálvan at biðja, og táið seint var vorðið, var Hann har einsamallur.
24 Báturin var tá longu mitt úti á vatninum og var illa staddur av bylgjunum; tí andróður var.
25 Í fjórðu náttarvøku kom nú Jesus til teirra, gangandi á vatninum.
26 Táið lærisveinarnir sóu Hann ganga á vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: "Hatta er spøkilsi!" og róptu av ræðslu.
27 Men alt fyri eitt talaði Jesus til teirra; Hann segði: "Verið hugreystir, tað eri Eg - óttist ikki!"
28 Tá svaraði Pætur Honum: "Harri, er tað Tú, so sig við meg, at eg skal koma til Tín á vatninum!"
29 Hann segði: "Kom!" Tá steig Pætur út úr bátinum og gekk á vatninum fyri at koma til Jesus.
30 Men táið hann sá hitt ringa veðrið, varð hann ræddur, og táið hann nú fór at søkka, rópti hann: "Harri, frels meg!"
31 Alt fyri eitt rætti Jesus út hondina og tók í hann, og Hann segði við hann: "Tú trúarveiki, hví ivaðist tú?"
32 Táið teir vóru komnir inn aftur í bátin, makaði hann vindin.
33 Men teir, sum á bátinum vóru, fullu niður fyri Honum og søgdu: "Sanniliga ert Tú Sonur Guds!"
34 Táið teir vóru komnir yvirum, løgdu teir at landi í Genezaret.
35 Táið fólkið har á staðnum nú kendi Hann aftur, sendu tey boð allastaðni har á leið, og tey komu til Hansara við øllum hinum sjúku.
36 Og tey bóðu Hann um bert at sleppa at nema við faldin á klæðum Hansara; og øll, sum numu við Hann, vórðu grødd.