Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum.
2 Fimm teirra vóru dárar, og fimm klókar.
3 Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær.
4 Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum.
5 Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.
6 Men um midnátt hoyrdist róp: "Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!"
7 Tá vaknaðu allar moyggjarnar og gjørdu lampur sínar til.
8 Tær, ið dárar vóru, søgdu nú við hinar klóku: "Latið okkum fáa av olju tykkara, tí lampur okkara sløkna!"
9 Men hinar klóku svaraðu: "Nei, ikki verður nóg mikið bæði til okkara og tykkara; farið heldur til keypmenninar og keypið tykkum sjálvum!"
10 Men táið tær vóru farnar avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum til reiðar vóru, fóru inn við honum í brúdleypið, og dyrnar vórðu latnar aftur.
11 Seinni komu so eisini hinar moyggjarnar og søgdu: "Harri Harri, lat okkum upp!"
12 Men hann svaraði: "Sanniliga, sigi eg tykkum: Eg kenni tykkum ikki."
13 Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.
14 Tí tað er, eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti.
15 Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land.
16 Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, fór nú og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.
17 Somuleiðis tann, ið hevði fingið hinar tvær - hann vann aðrar tvær.
18 Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns.
19 Táið long tíð var umliðin, kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir.
20 Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, steig tá fram og hevði við sær aðrar fimm talentir; hann segði: "Harri! Tú lætst meg fáa fimm talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar fimm talentir!"
21 Harri hansara segði við hann: "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!"
22 So steig eisini tann fram, sum hevði fingið hinar tvær talentirnar; hann segði: "Harri! Tú lætst meg fáa tvær talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar tvær talentir!"
23 Harri hansara segði við hann: "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!"
24 Síðani steig eisini tann fram, sum hevði fingið hina einu talentina; hann segði: "Harri! Eg kendi teg, at tú ert harður maður, sum heystar, har tú ikki sáaði, og savnar, har tú ikki stroyddi;
25 tí óttaðist eg og fór avstað og fjaldi talent tína í jørðini; hygg, her hevur tú títt!"
26 Tá svaraði Harri hansara honum: "Óndi og lati tænari tín! Tú vitsti, at eg heysti, har eg ikki sáaði, og savni, har eg ikki stroyddi.
27 Tí skuldi tú sett pening mín inn hjá peningavekslarunum, so eg fekk mítt aftur við rentu, táið eg kom heim.
28 Takið tí hasa talentina frá honum, og latið hann, ið hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana!
29 Tí hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.
30 Og kastið hin ónýta tænaran út í myrkrið uttanfyri!" - Har skal vera grátur og tannagrísl!
31 Men táið Menniskjasonurin kemur í dýrd Síni, og allir einglarnir koma við Honum, skal Hann sita í hásæti dýrdar Sínar.
32 Øll fólkasløgini skulu savnast framman fyri Hann; og Hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðin frá bukkunum.
33 Og Hann skal seta seyðin við høgru lið Sína, men bukkarnar við vinstru.
34 Tá skal Kongurin siga við tey við høgru lið Sína: "Komið higar, tit signaðu Faðirs Míns! Arvið ríkið, ið hevur verið tykkum til reiðar, frá tí heimurin varð grundaður!
35 Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
36 Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín."
37 Tá skulu hini rættvísu svara Honum: "Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka!
38 Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg!
39 Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!"
40 Kongurin skal svara teimum: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!"
41 So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: "Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!
42 Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær ikki at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær ikki at drekka;
43 Eg var fremmandur, og tit tóku ikki ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg ikki; Eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu Meg ikki."
44 Tá skulu eisini tey svara: "Harri! Nær sóu vit Teg svangan, tystan, fremmandan, naknan, sjúkan ella í fangahúsi og tæntu Tær ikki!"
45 Men Hann skal svara teimum: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt Mær."
46 Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív."