Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Hann fór nú í bátin og fór yvirum og kom til Sín egna bý.
2 Nú komu teir til Hansara við lamnum manni, sum lá í song. Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: "Ver hugreystur, sonurin! Syndir tínar eru tær fyrigivnar."
3 Tá søgdu nakrir av hinum skriftlærdu við sær sjálvum: "Hesin spottar Gud!"
4 Við tað at Jesus nú sá hugsanir teirra, segði Hann: "Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara?
5 Hvat er lættari, at siga: "Syndir tínar eru tær fyrigivnar!" ella at siga: "Reis teg og gakk!"
6 Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir" - segði Hann við hin lamna: "Reis teg, tak song tína og far til hús!"
7 Tá reistist hann og fór til hús.
8 Táið fólkið sá hetta, óttaðust tey og prísaðu Gudi, sum hevði givið menniskjum slíkt vald.
9 Táið Jesus haðani fór longur, sá Hann mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina. Hann segði við hann: "Fylg Mær!" Og hann reistist og fylgdi Honum.
10 Táið Hann so sat til borðs heima hjá honum, komu nógvir tollarar og syndarar og sótu til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara.
11 Men táið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærisveinar Hansara: "Hví etur meistari tykkara við tollarum og syndarum!"
12 Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: "Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!
13 Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: "Eg vil hava miskunn og ikki offur!" Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar."
14 Tá komu lærisveinar Jóhannesar til Hansara og søgdu: "Hví fasta vit og Fariseararnir so nógv, og lærisveinar Tínir fasta ikki?"
15 Jesus svaraði teimum: "Fara brúðmenninir at syrgja, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum! Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta.
16 Eingin setur bót av ótøvdum vaðmáli á gamalt plagg; tí bótin skræðir meiri burtur úr plagginum, og holið verður verri.
17 Ei heldur verður nýtt vín latið í gamlar skinnsekkir; annars spreingjast skinnsekkirnir, og vínið fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast; nei, nýtt vín verður latið í nýggjar skinnsekkir; so varðast báðir partar."
18 Meðan Hann talaði hetta við teir, kom ein fyristøðumaður, fall niður fyri Honum og segði: "Dóttir mín er júst deyð; men kom, legg hond Tína á hana, so verður hon livandi!"
19 Tá reistist Jesus og fór við honum, og lærisveinar Hansara eisini.
20 Nú kom ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, til Hansara aftanfrá og nam við klædnafald Hansara.
21 Tí hon segði við sær sjálvari: "Bert eg nemi við klæði Hansara, verði eg hjálpin."
22 Tá vendi Jesus Sær á, og táið Hann sá hana, segði Hann: "Ver hugreyst, dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg." Og kvinnan varð grødd frá somu stund.
23 Táið Jesus nú kom inn í hús fyristøðumansins og sá floytublásararnar og fólkahópin, ið gjørdi óljóð, segði Hann:
24 "Farið burtur! Gentan er ikki deyð; hon svevur." Tá læðu tey at Honum.
25 Men táið fólkahópurin var koyrdur út, fór Hann innar og tók í hond hennara, og gentan reistist.
26 Hetta spurdist allastaðni har um vegir.
27 Táið Jesus fór haðani, fylgdu eftir Honum tveir blindir, ið róptu: "Miskunna okkum, Tú sonur Dávids!"
28 Táið Hann so var komin til hús, komu hinir blindu til Hansara, og Jesus segði við teir: "Trúgva tit, at Eg kann gera hetta?" Teir svaraðu Honum: "Ja, Harri!"
29 Tá nam Hann við eygu teirra og segði: "Tykkum verði eftir trúgv tykkara!"
30 Og eygu teirra lótust upp. Jesus beyð teimum nú strangliga og segði: "Síggið til, at eingin fær tað at vita!"
31 Men teir fóru avstað og bóru tíðindini um Hann út um alt landið har um vegir.
32 Táið nú hesir fóru, førdu tey til Hansara stumman mann, ið settur var av illum anda.
33 Táið hin illi andin var rikin út, talaði hin stummi. Og fólkið undraðist - og segði: "Aldri hevur slíkt verið sætt í Ísrael!"
34 Men Fariseararnir søgdu: "Tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!"
35 Jesus ferðaðist nú um í øllum støðum og bygdum, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og hvønn veikleika.
36 Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur.
37 Tá segði Hann við lærisveinar Sínar: "Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir.
38 Biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!"