Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Matteus
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Tá varð Jesus av Andanum leiddur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av Djevulinum.
2 Táið Hann nú hevði fastað 40 dagar og 40 nætur, hungraði Hann til endan.
3 Tá kom freistarin til Hansara og segði: "Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!"
4 Hann svaraði: "Skrivað er: "Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.""
5 Tá tók Djevulin Hann við sær til hin heilaga stað, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann:
6 "Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður! Tí skrivað er: "Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, og teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.""
7 Jesus segði við hann: "Uppaftur er skrivað: "Tú mást ikki freista Harran Gud tín.""
8 Aftur tók Djevulin Hann við sær - niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann:
9 "Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg."
10 Tá segði Jesus við hann: "Far burt, Satan! Tí skrivað er: "Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.""
11 Tá fór Djevulin frá Honum, og einglar komu til Hansara og tæntu Honum.
12 Táið Jesus frætti, at Jóhannes var settur fastur, fór Hann til Galilea.
13 Og Hann fór úr Nazaret og kom og búsettist í Kapernaum við vatnið, í landslutum Zebulons og Naftali
14 - fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur:
15 "Zebulonsland og Naftaliland fram við vatninum, hinumegin Jordan, Galilea heidninganna -
16 fólkið, sum sat í myrkri, sá stórt ljós, og fyri teimum, sum sótu í landi og skugga deyðans, rann upp ljós."
17 Frá teirri tíð fór Jesus at prædika og siga: "Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!"
18 Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.
19 Hann segði tá við teir: "Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!"
20 Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.
21 Táið Hann haðani fór longur, sá Hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara, í bátinum við Zebedeusi, faðir teirra; teir bøttu gørn síni. Og Hann kallaði teir.
22 Tá fóru teir við tað sama frá bátinum og faðir sínum og fylgdu Honum.
23 Jesus ferðaðist nú um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum.
24 Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey.
25 Og nógv fólk fylgdi Honum úr Galilea, Dekapolis, Jerúsalem, Judea og landinum hinumegin Jordan.