1 | Táið nú Jesus hevði endað alla hesa talu, segði Hann við lærisveinar Sínar: |
|
2 | "Tit vita, at um tveir dagar eru páskirnar; tá verður Menniskjasonurin givin upp at verða krossfestur." |
|
3 | Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman hjá høvuðsprestinum - sum æt Kaifas - í garði hansara. |
|
4 | Og teir løgdu saman ráð um at grípa Jesus við svikum og drepa Hann. |
|
5 | Men teir søgdu: "Ikki um høgtíðina, fyri at fólkið skal ikki verða uppøst!" |
|
6 | Táið Jesus var komin til Betania og var inni hjá spitalska Símuni, |
|
7 | kom kvinna til Hansara, sum hevði alabasturkrukku við ógvuliga dýrari salvu; hana helti hon út yvir høvd Hansara, meðan Hann sat til borðs. |
|
8 | Táið lærisveinarnir sóu hetta, vórðu teir illir og søgdu: "Hvat skal henda burturspilling til! |
|
9 | Hetta kundi jú verðið selt fyri nógvan pening, sum kundi verðið givin fátækum!" |
|
10 | Men táið Jesus varð varur við tað, segði Hann við teir: "Hví gera tit tykkum inn á kvinnuna? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð. |
|
11 | Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, men Meg hava tit ikki altíð. |
|
12 | Táið hon helti hesa salvu yvir likam Mítt, gjørdi hon Meg til reiðar til jarðarferð Mína. |
|
13 | Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin har hetta evangelium verður prædikað, skal eisini tað, sum hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana." |
|
14 | Tá fór ein av hinum tólv, hann, ið æt Judas Iskariot, til høvuðsprestarnar |
|
15 | og segði: "Hvat vilja tit lata meg fáa fyri at geva Hann í vald tykkara?" Tá góvu teir honum 30 seklar. |
|
16 | Og frá teirri stund hevði hann í huga, nær best bar til at svíkja Hann. |
|
17 | Men fyrsta dagin í høgtíð hinna ósúrgaðu breyða komu lærisveinarnir til Jesus og søgdu: "Hvar vilt Tú, at vit skulu gera Tær til reiðar at eta páskalambið?" |
|
18 | Hann svaraði: "Farið inn í staðin til tann og tann mann og sigið við hann: "Meistarin sigur: Tími Mín er nær; hjá tær skal Eg halda páskir við lærisveinum Mínum."" |
|
19 | Lærisveinarnir gjørdu, sum Jesus beyð teimum; teir gjørdu páskalambið til. |
|
20 | Táið nú kvøldið var komið, settist Hann til borðs við hinum tólv. |
|
21 | Meðan teir ótu, segði Hann: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!" |
|
22 | Tá vórðu teir ógvuliga tungir og byrjaðu at siga við Hann, hvør eftir annan: "Tað er tó ikki eg, Harri?" |
|
23 | Hann svaraði: "Tann sum dyppar hondina í fatið við Mær, fer at svíkja Meg. |
|
24 | Menniskjasonurin fer víst burtur, sum skrivað er um Hann, men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt." |
|
25 | Judas - sum sveik Hann - tók tá til orða og segði: "Tað er tó ikki eg, Rabbi?" Hann svaraði honum: "Tú hevur sjálvur sagt tað!" |
|
26 | Meðan teir nú ótu, tók Jesus breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: "Takið, etið! Hetta er likam Mítt." |
|
27 | So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum hann og segði: "Drekkið allir av honum! |
|
28 | Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving. |
|
29 | Og Eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal Eg ikki aftur drekka av hesum ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg drekki hann nýggjan við tykkum í ríki Faðirs Míns." |
|
30 | Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið. |
|
31 | Tá segði Jesus við teir: "Hesa nátt verði Eg tykkum øllum til fall; tí skrivað er: "Eg skal sláa hirðan, og seyður fylgisins skal spjaðast sundur." |
|
32 | Men táið Eg eri upp aftur risin, skal Eg fara undan tykkum til Galilea." |
|
33 | Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: "Um Tú so verður øllum til fall, skal eg tó aldri koma í fall!" |
|
34 | Jesus svaraði honum: "Sanniliga, sigi Eg tær: Hesa nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg." |
|
35 | Pætur segði við Hann: "Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg ikki avnokta Teg!" Sama søgdu eisini allir lærisveinarnir. |
|
36 | Jesus kom tá við teimum til stað, sum æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinarnar: "Setið tykkum her, meðan Eg fari haryvir og biði!" |
|
37 | Hann tók við Sær Pætur og báðar synir Zebedeus; og Hann gjørdist tungur, og svár angist kom á Hann. |
|
38 | Tá segði Hann við teir: "Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið við Mær!" |
|
39 | So fór Hann eitt sindur longur, fall á andlit Sítt, bað og segði: "Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!" |
|
40 | Hann kom tá aftur til lærisveinarnar og fann teir sovandi, og Hann segði við Pætur: "So tit vóru ikki mentir at vakja við Mær ein tíma! |
|
41 | Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!" |
|
42 | Aftur fór Hann burtur, aðru ferð, og bað: "Faðir Mín! Kann hesin kalikur ikki fara frá Mær - má Eg drekka hann - so verði vilji Tín!" |
|
43 | So kom Hann og fann teir aftur sovandi; tí tyngd var komin á eygu teirra. |
|
44 | Tá læt Hann teir vera, fór aftur burtur, bað triðju ferð og segði somu orð. |
|
45 | So kom Hann til lærisveinarnar og segði við teir: "Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Ja, nú er tímin nær, táið Menniskjasonurin skal verða givin upp í hendur syndara! |
|
46 | Reisist, latið okkum fara! Hann er nær, sum svíkur Meg!" |
|
47 | Meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum elstu fólksins. |
|
48 | Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: "Tann, ið eg kyssi, Hann er tað - takið Hann!" |
|
49 | Hann kom nú við tað sama yvir til Jesus og segði: "Heilur, Rabbi!" og kysti Hann. |
|
50 | Jesus segði við hann: "Vinur, hví ert tú komin higar?" Tá stigu teir fram, løgdu hendur á Jesus og tóku Hann. |
|
51 | Men ein teirra, sum við Jesusi vóru, rætti út hondina, dró svørð sítt og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum. |
|
52 | Tá segði Jesus við hann: "Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði. |
|
53 | Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum! |
|
54 | Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!" |
|
55 | Í somu stund segði Jesus við fólkahópin: "Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg! Eg havi dagliga sitið í templinum og lært, og tit tóku Meg ikki. |
|
56 | Men alt hetta hevur hent, fyri at skriftir profetanna skuldu ganga út." Tá rýmdu allir lærisveinarnir frá Honum og flýddu. |
|
57 | Teir, ið høvdu tikið Jesus, fóru nú við Honum til Kaifas høvuðsprest; har vóru hinir skriftlærdu og elstu samankomnir. |
|
58 | Men Pætur fylgdi Honum langt aftaná líka til garð høvuðsprestsins; og hann fór inn og setti seg hjá tænarunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða. |
|
59 | Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum; |
|
60 | men teir funnu einki, tóat mong lygivitni stigu fram. Til endan stigu so tveir fram og søgdu: |
|
61 | "Hesin hevur sagt: "Eg kann bróta niður tempul Guds og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum."" |
|
62 | Tá reistist høvuðspresturin og segði við Hann: "Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær?" |
|
63 | Men Jesus tagdi. So tók høvuðspresturin til orða og segði við Hann: "Eg taki Teg í eið um hin livandi Gud, at Tú sigur okkum, um Tú ert Kristus, Sonur Guds!" |
|
64 | Jesus svaraði honum: "Tú hevur sagt tað. Tó, Eg sigi tykkum: Hereftir skulu tit síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma á skýggjum himmalsins." |
|
65 | Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: "Hann hevur spottað Gud! Hvat nýtist okkum longur vitni! Nú hava tit hoyrt spottanina! |
|
66 | Hvat halda tit?" Teir svaraðu: "Hann er deyðasekur!" |
|
67 | Tá spýttu teir í andlit Hansara og góvu Honum nevasløg; aðrir góvu Honum stavsløg |
|
68 | og søgdu: "Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, ið sló Teg?" |
|
69 | Men Pætur sat uttanfyri í garðinum. Tá kom ein arbeiðskona yvir til hansara og segði: "Eisini tú vart við Jesusi úr Galilea!" |
|
70 | Men hann noktaði tað, so øll hoyrdu, og segði: "Eg skilji ikki, hvat tú sigur!" |
|
71 | Hann fór nú út í portrið; har sá ein onnur genta hann og segði við tey, sum vóru har: "Hesin var við Jesusi úr Nazaret!" |
|
72 | Aftur noktaði hann tað við eiði: "Eg kenni ikki tann mann!" |
|
73 | Eina løtu eftir komu teir, sum stóðu har, yvir og søgdu við Pætur: "So sanniliga ert tú eisini ein av teimum! Málið, ið tú tosar, sigur frá!" |
|
74 | Tá fór hann at banna sær og svørja: "Eg kenni ikki tann mann!" Og í tí sama gól hanin. |
|
75 | Tá kom Pæturi orð Jesusar í hug, at Hann hevði sagt: "Áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg." Og hann fór út og græt beiskliga. |
|
|