Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Táið Saul var deyður, og Dávid var komin aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Amalekitum, steðgaði Dávid tveir dagar í Ziklag.
2 Tá kom triðja dagin maður úr herinum, frá Saul, við klæðunum skræddum og mold á høvdinum; táið hann kom til Dávid, kastaði hann seg til jarðar fyri honum.
3 Dávid spurdi hann: "Hvaðani kemur tú?" Hann svaraði: "Eg eri flýddur úr heri Ísraels."
4 Dávid segði við hann: "Hvussu hevur gingist? Sig mær tað!" Hann svaraði: "Fólkið flýddi úr bardaganum; nógvir av fólkinum eru falnir og deyðir; eisini Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir."
5 Tá segði Dávid við hin unga mannin, ið bar honum hesi tíðindi: "Hvussu veitst tú, at Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir?"
6 Hin ungi maðurin, ið hevði borið honum tíðindini, svaraði: "Tað bar so á, at eg kom niðan á Gilboafjall, og har fekk eg at síggja Saul, ið stóð fram á spjót sítt; vagnarnir og hestmenninir herjaðu harðliga á hann.
7 Táið hann nú vendi sær á og fekk at síggja meg, rópti hann meg, og eg svaraði: "Her eri eg!"
8 Hann spurdi: "Hvør ert tú?" Eg svaraði: "Eg eri Amalekitur."
9 Tá segði hann við meg: "Kom higar og gev mær deyðastingin! Tí eg havi fingið krampa, og lívsmegin er tó øll í mær enn."
10 Eg fór tá yvir til hansara og gav honum deyðastingin; tí eg sá, at hann kom ikki at liva, táið hann var dottin. So tók eg kongaprýðið, ið hann hevði á høvdinum, og ringin, ið hann hevði um armin, og hevði tey við higar til harra mín."
11 Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey, og sama gjørdu allir menninir, ið hjá honum vóru.
12 Og líka til kvølds syrgdu, grótu og fastaðu teir um Saul og Jónatan, son hansara, og um fólk HARRANS og hús Ísraels, at teir vóru falnir fyri svørði.
13 Síðani segði Dávid við hin unga mannin, ið hevði borið honum tíðindini: "Hvaðani ert tú?" Hann svaraði: "Eg eri sonur ein Amalekit, ið er fluttur inn higar."
14 Dávid segði við hann: "Ræddist tú kortini ikki at leggja hond á hin salvaða HARRANS og drepa hann?"
15 - So rópti Dávid ein av monnum sínum og segði: "Kom higar og høgg hann niður!" Og hann drap hann.
16 Dávid segði við hann: "Blóð títt komi yvir títt egna høvd! Tí tín egni muður vitnaði móti tær, táið tú segði: "Eg havi dripið hin salvaða HARRANS.""
17 Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara,
18 og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra "Bogan" - hann er uppskrivaður í "Bók hinna sannhjartaðu" -:
19 "Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum - á, at hetjurnar skuldu falla!
20 Sigið ikki frá tí í Gat, kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon - so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, døtur hinna óumskornu at rópa av gleði!
21 Gilboafjøll! Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, ei veri har markir, sum bera offurgávur! Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, skjøldur Sauls - ikki salvaður við olju.
22 Frá blóði falna, frá fiti kappanna veik bogi Jónatans ikki; aldri kom svørð Sauls ómettað aftur.
23 Saul og Jónatan, elskuligir og mildir í lívinum, skiltust ikki heldur í deyðanum; kvikari vóru teir enn ørnir, sterkari enn leyvur.
24 Á døtur Ísraels! Grátið um Saul, sum klæddi tykkum fagurt í purpur, og sum setti gullstás á klæði tykkara!
25 Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum!
26 Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki.
27 - Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!"