Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Nakað eftir hetta hendi tað, ið her skal sigast frá. Absalom, sonur Dávid, átti vakra systur, ið æt Tamar; henni fekk Amnon, sonur Dávid, hug á.
2 Amnon píndist so av trá eftir systur síni Tamar, at hann varð sjúkur; tí hon var moyggj, og tað tyktist Amnon ógjørligt at fáa vilja sín við henni.
3 Men Amnon átti vinmann, ið æt Jónadab, ein son Simea, bróður Dávid; Jónadab var ógvuliga klókur maður.
4 Hann segði við hann: "Hví ert tú hvønn morgun so burturtærdur at síggja, kongasonurin? Vilt tú ikki siga mær tað?" Amnon svaraði: "Eg havi fingið hug á Tamar, systur Absalom bróður."
5 Tá segði Jónadab við hann: "Legg teg í songina og lætst at vera sjúkur! Táið pápi tín kemur at vitja teg, sig tá við hann: "Lat Tamar, systur mína, koma og geva mær nakað at eta! Táið hon ger matin til, so eg síggi, og sjálv gevur mær hann, so fái eg etið.""
6 Amnon fór nú í songina og lætst at vera sjúkur, og táið kongurin kom at vitja hann, segði Amnon við kongin: "Lat Tamar systur koma og gera einar tvær køkur, so eg síggi, og sjálva geva mær tær - so fái eg etið!"
7 Dávid sendi tá boð inn í húsið til Tamar og læt siga: "Far í hús bróður tíns Amnons og ger honum mat!"
8 So kom Tamar inn í hús bróður síns Amnons; hann lá í songini. Og hon tók deiggj, knoðaði tað og gjørdi køkur, so hann sá, og bakaði tær. -
9 So tók hon pannuna og stoytti tær burturúr framman fyri hann. Amnon vildi tó ikki eta, men segði: "Latið øll fara út!" Táið øll vóru útfarin,
10 segði Amnon við Tamar: "Ber matin inn í kamarið, so eg kann eta hann úr hond tíni!" Tamar tók tá køkurnar, ið hon hevði gjørt, og bar tær inn í kamarið til bróður sín Amnon.
11 Men í tí hon rætti honum tær og bað hann fáa sær, treiv hann í hana og segði við hana: "Kom og ligg hjá mær, systir!"
12 Hon segði við hann: "Nei, beiggi, vanær meg ikki! Slíkt má ikki verða gjørt í Ísrael - ger ikki slíka skemdargerð!
13 Hvar skuldi eg farið við skomm míni! Og tú hevði verðið roknaður millum dárarnar í Ísrael! Tosa heldur við kong! Hann sýtir tær ikki at fáa meg."
14 Men hann vildi ikki lurta eftir henni, og hann varð henni ov sterkur og neyðtók hana og lá hjá henni.
15 Men so kastaði Amnon ógvuligt hatur á hana; hatrið, ið hann hataði hana við, var størri enn kærleikin, ið hann hevði havt til hennara. Amnon segði við hana: "Reis teg og slepp tær burt!"
16 Tá segði hon við hann: "Nei, beiggi! Tann illgerð, at tú nú rekur meg burtur, er enn størri enn hin, ið tú gjørdi mær." Men hann vildi ikki lurta eftir henni,
17 men rópti eftir dronginum, ið gekk honum til handa, og segði: "Fá mær hesa kvinnu út úr húsinum og stong dyrnar eftir henni!"
18 Hon var í síðum kyrtli; tí soleiðis klæddu kongadøturnar seg í forðum, so leingi sum tær vóru moyggjar. Tænarin leiddi hana tá út úr húsinum og stongdi dyrnar eftir henni.
19 Men Tamar stroyddi øsku á høvd sítt og skræddi tann síða kyrtilin, sum hon var í; hon legði hondina á høvd sítt og fór skríggjandi avstað.
20 Tá segði bróðir hennara Absalom við hana: "Hevur beiggi tín Amnon verið hjá tær? Ver nú tigandi, systir! Hann er bróðir tín; tak tær ikki hetta so nær!" So varð Tamar tá verandi í húsi Absaloms, bróður síns - í svárari sorg.
21 Táið Dávid kongur fekk alt hetta at hoyra, varð hann ógvuliga illur.
22 Absalom talaði ikki til Amnon, hvørki ilt ella gott; tí hann hataði Amnon fyri tað, at hann hevði vanært Tamar, systur hansara.
23 Tvey ár eftir hetta læt Absalom klippa seyði sínum í Ba’al-Hazor, sum er við Efra’im, og Absalom beyð tá øllum kongasonunum til sín.
24 Absalom kom til kongin og segði: "Tænari tín letur nú klippa seyði sínum; vilja kongurin og menn hansara ikki koma hagar við tænara tínum?"
25 Men kongurin svaraði Absalom: "Nei, sonur mín! Vit fara ikki at koma allir; tí tað verður ov mikil ómakur hjá tær." Og tóat hann noyddi hann, vildi hann ikki koma, men bað hann væl fara.
26 Tá segði Absalom: "Táið tú ikki vilt koma, so lat, ið hvussu er, Amnon beiggja koma við okkum!" Kongurin spurdi: "Hví skal hann koma við tær?"
27 Men Absalom helt við at noyða hann, og so læt hann Amnon og allar hinar kongasynirnar fara við honum.
28 Men Absalom gav tænarum sínum hetta boð: "Aktið nú eftir, táið Amnon er vorðin kátur av víninum! Táið eg tá sigi við tykkum: "Høggið Amnon niður!" so skulu tit drepa hann - verið ikki ræddir, tað eri eg, sum havi biðið tykkum! Takið mót í tykkum og vísið tykkum sum rættar menn!"
29 Tænarar Absaloms gjørdu við Amnon, sum Absalom hevði sagt við teir. Tá fóru allir kongasynirnir á føtur, settust á múldýr síni og flýddu.
30 Áðrenn teir enn vóru komnir vegin fram, komu hesi tíðindi til Dávid: "Absalom hevur dripið allar kongasynirnar - ikki so mikið sum ein teirra er eftir!"
31 Tá reisti kongurin seg, skræddi klæði síni og kastaði seg niður á jørðina; og allir tænarar hansara stóðu har í skræddum klæðum.
32 Men Jónadab, sonur Simea, bróður Dávid, tók til orða og segði: "Harri mín má ikki trúgva, at teir hava dripið allar hinar ungu menninar, kongasynirnar! Tað er bert Amnon, ið deyður er; tað hevur verið nakað við munni Absaloms, sum ikki hevur boðað frá góðum, líka síðani tann dagin Amnon neyðtók systur hansara, Tamar.
33 Harri mín kongurin má tí ikki taka sær hetta at hjarta, at tey siga, at allir kongasynirnir eru deyðir - nei, tað er bert Amnon, ið deyður er!"
34 - Men Absalom flýddi. - Táið maðurin, ið helt vakt, hugdi upp, sá hann nógv fólk, ið kom av vegnum aftan fyri hann, fram við fjallinum.
35 Tá segði Jónadab við kongin: "Har koma kongasynirnir - tað hevur gingið, sum tænari tín segði!"
36 Hann hevði ikki meir enn talað orðið, tá komu kongasynirnir; og teir skóru í at gráta, og kongurin og allir menn hansara skóru eisini í sjóðheitan grát.
37 Men Absalom flýddi og fór til Talmai, son Ammihud, kongin í Gesur. Og kongurin syrgdi son sín alla tíðina.
38 Táið nú Absalom var flýddur og farin til Gesur, varð hann verandi har í trý ár.
39 Hetta gjørdi, at Dávid kongur læt vera at fara ímóti Absalom - tí hann var troystaður í sorgini um, at Amnon var deyður.