1 | Nú komu allar ćttir Ísraels til Hebron til Dávid og sřgdu: "Vit eru jú hold títt og bein! |
|
2 | Longu langt síđani, međan Saul var kongur yvir okkum, vart tú tann, iđ leiddi Ísrael út og inn, og HARRIN hevur sagt viđ teg: "Tú skalt vera hirđi fólks Míns, Ísraels, og tú skalt vera hřvdingi yvir Ísrael."" |
|
3 | Allir hinir elstu í Ísrael komu til Hebron til kongin, og Dávid kongur gjřrdi sáttmála viđ teir í Hebron fyri ásjón HARRANS. Teir salvađu so Dávid til kong yvir Ísrael. |
|
4 | Dávid var 30 ár, táiđ hann gjřrdist kongur, og hann var kongur í 40 ár. |
|
5 | Í Hebron var hann kongur yvir Juda 7 ár og 6 mánađir, og í Jerúsalem var hann í 33 ár kongur yvir řllum Ísrael og Juda. |
|
6 | So fóru kongurin og menn hansara til Jerúsalem móti Jebusitum, sum búđu har í landinum. Men teir sřgdu viđ Dávid: "Higar kemur tú aldri inn! Blindir og lamnir skulu reka teg burt viđ hesum orđum: "Her kemur Dávid aldri inn!"" |
|
7 | Men kortini tók Dávid Zionsborg, tađ er Dávidsstađ. |
|
8 | Tann dagin segđi Dávid: "Tann, iđ vinnur sigur á Jebusitum, treingir seg fram at vatnveitingini og vinnur "hinar blindu og lamnu," iđ hata Dávid, (hann skal vera formađur og herhřvdingi)." Tí verđur tikiđ so til: "Blindur og lamin skulu ikki sleppa inn í húsiđ." |
|
9 | Síđani tók Dávid bústađ í borgini og rópti hana Dávidsstađ. Har reisti Dávid bygningar rundanum, frá Millo og longur inn. |
|
10 | Dávid fekk střrri og střrri vald, og HARRIN Gud herskaranna var viđ honum. |
|
11 | Hiram kongur í Týrus sendi menn til Dávid viđ sedrisviđi, og hann sendi trćsmiđir og steinhřggarar, sum bygdu Dávidi hús. |
|
12 | Dávid dugdi nú at síggja, at HARRIN hevđi grundfest kongadřmi hansara yvir Ísrael, og at Hann fyri Ísraels, fólks Síns, skuld hevđi lyft ríki hansara hřgt. |
|
13 | Dávid tók sćr enn fleiri hjákonur og konur í Jerúsalem, eftir at hann var komin úr Hebron, og hann fekk enn fleiri synir og dřtur. |
|
14 | Hetta eru nřvn sonanna, iđ hann fekk í Jerúsalem: Sammua, Sobab, Natan, Sálomo, |
|
15 | Jibhar, Elisua, Nefeg, Jafia, |
|
16 | Elisama, Eljada og Elifelet. |
|
17 | Táiđ Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvađur til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstađ at fáa fatur á Dávidi. Táiđ Dávid frćtti hetta, fór hann oman í borgina. |
|
18 | Filistarar komu so og spreiddu seg um Refa’imsdal. |
|
19 | Tá spurdi Dávid HARRAN: "Skal eg fara ímóti Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur mínar?" HARRIN svarađi: "Halt avstađ! Eg skal geva Filistarar í hendur tínar." |
|
20 | Dávid kom nú til Ba’al-Perazim, og har vann hann sigur á teimum. Tá segđi hann: "HARRIN hevur brotiđ ígjřgnum fíggindar mínar fyri mćr, eins og vatn brýtur ígjřgnum!" - Tí varđ hetta stađ rópt Ba’al-Perazim. |
|
21 | Har lótu teir avgudar sínar eftir, og Dávid og menn hansara tóku teir viđ sćr. |
|
22 | Men Filistarar komu uppaftur og spreiddu seg um Refa’imsdal. |
|
23 | Táiđ Dávid tá spurdi HARRAN, svarađi Hann: "Tú skalt ikki fara ímóti teimum; gakk í bug og kom á teir aftanífrá, og leyp so á teir beint yvir av bakatrřunum! |
|
24 | Táiđ tú tá hoyrir, at gingiđ verđur á toppum bakatrćanna, skalt tú skunda tćr; tí tá er HARRIN farin út fyri tćr at vinna Filistaraherin." |
|
25 | Dávid gjřrdi, sum HARRIN hevđi sagt viđ hann; og hann vann sigur á Filistarum og elti teir úr Geba líka yvir ímóti Gezer. |
|
|