1 | Ófriðurin millum hús Sauls og hús Dávids kom at vara leingi; men Dávid styrknaði í hvørjum, og hús Sauls viknaði og viknaði. |
|
2 | Í Hebron fekk Dávid synir. Hin frumborni hansara var Amnon - sum hann átti við Ahinoam úr Jizre’el. |
|
3 | Annar sonur hansara var Kilab - sum hann átti við Abigajil, konu Karmelitin Nabal; hin triði var Absalom - sum Ma’aka, dóttir Talmai, kongin í Gesur, átti; |
|
4 | hin fjórði var Adonja - sum Haggit átti; hin fimti var Sefatja - sum Abital átti; |
|
5 | hin sætti var Jitream - sum Dávid átti við konu síni Eglu. Hesar synir fekk Dávid í Hebron. |
|
6 | Meðan ófriðurin var millum hús Sauls og hús Dávids, styðjaði Abner hús Sauls. |
|
7 | Nú hevði Saul havt hjákonu, ið æt Rizpa og var dóttir Aja. Isboset segði við Abner: "Hví hevur tú havt við hjákonu faðirs míns at gera!" |
|
8 | Ógvuliga ilt kom í Abner av tí, sum Isboset segði, og hann svaraði: "Eri eg hundshøvd úr Juda! Nú havi eg líka til henda dag gjørt væl við hús Sauls, faðirs tíns, við brøður hansara og vinir hansara, og ikki latið teg fallið í hendur Dávids - og so setur tú nú at mær fyri hesa kvinnuna! |
|
9 | Gud lati Abner gangast illa bæði nú og hereftir, um eg geri ikki við Dávid, soleiðis sum HARRIN við eiði hevur lovað honum, |
|
10 | taki kongadømið frá húsi Sauls og reisi hásæti Dávids yvir Ísrael og Juda, úr Dan líka til Be’erseba!" |
|
11 | Og hann tordi ikki at siga orð meir við Abner, so illa ræddist hann hann. |
|
12 | Abner læt nú sendimenn fara til Dávid í Hebron við hesum boðum: "Hvørjum hoyrir landið til!" Og framvegis læt hann siga: "Ger sáttmála við meg! So skal eg hjálpa tær og fáa alt Ísrael at ganga yvir til tín!" |
|
13 | Hann svaraði: "Gott, eg skal gera sáttmála við teg; men einar treytir leggi eg á teg: Tú kemur ikki fyri eygu míni, uttan tú hevur Mikal, dóttur Saul, við tær, táið tú kemur at stíga fram fyri meg!" |
|
14 | Síðani sendi Dávid boð til Isboset, son Saul, og læt siga: "Gev mær Mikal, konu mína, sum eg vann mær til brúður fyri hundrað filistarayvirhúðir!" |
|
15 | Isboset sendi tá boð og læt taka hana frá manni hennara, Paltiel, syni La’is. |
|
16 | Og maður hennara kom við og fylgdi henni grátandi líka til Bahurim. Tá segði Abner við hann: "Far nú heimaftur!" Hann vendi so við. |
|
17 | Abner hevði tosað við hinar elstu í Ísrael og sagt: "Tað er nú langt síðani, tit fóru at vilja hava Dávid til kong tykkara. |
|
18 | Gerið nú álvara av tí! Tí HARRIN hevur sagt um Dávid: "Við hond Dávids, tænara Míns, skal Eg bjarga Ísrael, fólki Mínum, úr hondum Filistara og alra fígginda teirra."" |
|
19 | Abner tosaði eisini við Benjaminitar um hetta. So fór hann eisini avstað til Hebron, til Dávid, at tosa við hann um alt tað, ið Ísrael og alt hús Benjamins vóru komnir ásamt um. |
|
20 | Abner kom við tjúgu monnum til Dávid í Hebron, og Dávid gjørdi gestaboð fyri Abner og monnunum, ið við honum vóru. |
|
21 | Abner segði við Dávid: "Eg skal fara avstað og savna alt Ísrael til harra mín kongin, so teir kunnu gera sáttmála við teg, og tú verður kongur yvir øllum teimum, ið tú vilt." Dávid læt tá Abner fara, og hann fór avstað í friði. |
|
22 | Menn Dávids og Jóab komu júst tá aftur av ránsferð og høvdu nógvan fong við sær. Men Abner var ikki hjá Dávidi í Hebron nú, tí hann hevði latið hann farið, og hann var farin avstað í friði. |
|
23 | Táið nú Jóab og allur herurin, ið við honum var, komu heim, fekk Jóab at vita, at Abner, sonur Ner, hevði verið hjá konginum, og at kongurin hevði latið hann farið, so hann var farin avstað í friði. |
|
24 | Tá fór Jóab inn til kongin og segði: "Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Abner kom til tín - hví lætst tú hann sleppa avstað aftur í øllum góðum? |
|
25 | Tú kennir jú Abner, son Ner, og veitst, at hann kom at narra teg og kanna eftir øllum, ið tú hevst at, og øllum, ið tú gert!" |
|
26 | So fór Jóab avstað frá Dávidi og sendi menn eftir Abner; og teir høvdu hann við sær aftur úr Bor-Sira. Men Dávid vitsti einki um tað. |
|
27 | Táið nú Abner kom aftur til Hebron, tók Jóab hann avsíðis mitt í portrinum at tosa við hann í náðum; og har stakk hann hann í búkin, so hann doyði - fyri at hevna blóð Asaels, bróður síns. |
|
28 | Táið Dávid seinni fekk hetta at hoyra, segði hann: "Eg og ríki mítt eru til ævigar tíðir sakleys fyri HARRANUM í blóði Abners, sonar Ners! |
|
29 | Tað komi yvir høvd Jóabs og yvir alt fedrahús hansara, og aldri fattist húsi Jóabs slík, ið hava útflot, sum eru spitølsk, sum ganga við høkju, sum falla fyri svørði, ella sum ikki eiga breyð!" |
|
30 | Soleiðis myrdu Jóab og bróðir hansara, Abisai, Abner, aftur fyri at hann hevði dripið Asael, bróður teirra, í bardaganum við Gibeon. |
|
31 | Men Dávid segði við Jóab og alt fólkið, ið hjá honum var: "Skræðið klæði tykkara, bindið sekk um tykkum og grátið um Abner!" Sjálvur gekk Dávid kongur aftan á líkbøruni. |
|
32 | Teir jarðaðu so Abner í Hebron, og kongurin græt hart við grøv Abners; og alt fólkið græt. |
|
33 | Kongurin sang henda sorgarsong um Abner: "Skuldi tá Abner doyggja, sum dári doyr! |
|
34 | Hendur tínar vóru ikki bundnar, og føtur tínir ikki lagdir í leinkjur; sum ein fellur fyri illgerðarmonnum, so falst tú!" - Tá græt alt fólkið enn meiri um hann. |
|
35 | So kom alt fólkið og vildi hava Dávid at fáa sær at eta, meðan enn var dagur. Men Dávid svór: "Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um eg leski breyð ella nakað annað, fyrrenn sólin er sett!" |
|
36 | Hetta legði alt fólkið til merkis, og tey hildu gott um tað. - Alt, ið kongurin gjørdi, dámdi fólkinum væl. |
|
37 | Og alt fólkið og alt Ísrael dugdi tann dag at síggja, at tað var ikki kongurin, ið var upphavsmaður til, at Abner, sonur Ner, varð dripin. |
|
38 | Kongurin segði við menn sínar: "Vita tit ikki, at høvdingi og stórmaður í Ísrael er fallin í dag? |
|
39 | Eg eri ov veikur enn, tóat eg eri salvaður til kong, og hesir menn, synir Zeruju, eru sterkari enn eg! - HARRIN løni honum, ið ilt ger, tað illa, ið hann ger!" |
|
|