Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Síðani spurdi Dávid HARRAN: "Skal eg fara til onkun bý í Juda?" HARRIN svaraði: "Ger so!" Tá spurdi Dávid: "Hvar skal eg fara?" Hann svaraði: "Til Hebron."
2 Dávid fór so hagar við báðum konum sínum, Ahinoam úr Jizre’el og Abigajil, konu Nabal Karmelit.
3 Menninar, ið hjá honum vóru, læt Dávid koma við hagar, hvønn við húsi sínum, og teir búsettust í býunum rundan um Hebron.
4 Tá komu Judamenn hagar og salvaðu Dávid til kong yvir húsi Juda. - Onkur kom nú og segði Dávidi, at tað vóru menninir í Jabes í Gilead, sum høvdu jarðað Saul.
5 Tá sendi Dávid boð til menninar í Jabes í Gilead og læt siga við teir: "Signaðir veri tit av HARRANUM fyri, at tit hava gjørt hetta kærleiksverk móti harra tykkara, Saul, at jarða hann!
6 HARRIN vísi tykkum nú miskunn og trúfesti! Og eisini eg skal gera væl við tykkum, aftur fyri at tit gjørdu hetta.
7 Takið nú mót í tykkum og latið síggjast, at tit eru raskir menn! Tí víst er harri tykkara, Saul, deyður; men hús Juda hevur eisini salvað meg til kong yvir seg."
8 Men Abner, sonur Ner, herhøvdingi Sauls, tók Isboset, son Saul, fór yvir til Mahanajim við honum
9 og gjørdi hann til kong yvir Gilead, Asuritum, Jizre’el, Efra’im og Benjamin - yvir øllum Ísrael.
10 Isboset, sonur Saul, var 40 ár, táið hann gjørdist kongur í Ísrael, og hann var kongur í tvey ár; tað var bert hús Juda, sum helt seg til Dávid.
11 Tíðin, ið Dávid var kongur í Hebron yvir húsi Juda, var 7 ár og 6 mánaðir.
12 Abner, sonur Ner, fór úr Mahanajim við monnum Isbosets, sonar Sauls, og fór til Gibeon.
13 Jóab, sonur Zeruju, og menn Dávids fóru eisini avstað, og teir hittust við Gibeonstjørn; har steðgaðu teir, hvør flokkurin sínumegin tjørnina.
14 Tá segði Abner við Jóab: "Lat teir ungu stíga fram og halda vápnaleik, meðan vit hyggja at!" Jóab svaraði: "Ja, lat teir gera so!"
15 So reistust teir og gingu fram, líka mangir frá hvørjum, 12 fyri Benjamin og Isboset, son Saul, og 12 av monnum Dávids.
16 Teir tóku í høvdið hvør á øðrum og rendu svørðið hvør í síðuna á øðrum, so at teir fullu allir samlir. Tí verður hetta stað rópt Helkat-Hazzurim; tað er við Gibeon.
17 Síðani varð ógvuliga harður bardagi henda dagin, og Abner og menn Ísraels taptu fyri monnum Dávids.
18 Har vóru teir tríggir synir Zeruju, Jóab, Abisai og Asael. Asael var so lættur á fótum sum skógargeitin á markini.
19 Asael helt eftir Abner og veik hvørki til høgru ella til vinstru frá Abner.
20 Abner vendi sær nú á og segði: "Er tað tú, Asael!" Hann svaraði: "Ja!"
21 Tá segði Abner við hann: "Tak aðra leið, annaðhvørt til høgru ella til vinstru! Legg á ein av teimum ungu og tak herklæði hansara!" Men Asael vildi ikki gevast at elta hann.
22 Abner segði nú uppaftur við Asael: "Lat vera at elta meg! Vilt tú hava meg at sláa teg til jarðar! Hvussu skuldi eg tá kunnað sæð bróður tín Jóab aftur!"
23 Men hann vildi ikki gevast. Tá rendi Abner endan á spjótskafti sínum í búk hansara, so spjótið kom út ígjøgnum bak hansara, og hann fall deyður niður, har sum hann stóð. Og allir, ið komu at staðnum, har sum Asael var fallin deyður niður, steðgaðu.
24 Jóab og Abisai eltu nú Abner, og táið sólin gekk niður, vóru teir komnir at Ammaheyggi, sum er beint yvir av Gia, á leiðini til Gibeonsoyðimørk.
25 Tá savnaðust Benjaminitar um Abner og stóðu í einum flokki ovast á eini hædd.
26 Abner rópti til Jóab: "Skal svørðið aldri geva uppat at oyða? Dugir tú ikki at síggja, at her verður beiskur endi? Hvussu leingi ætlar tú at drála at siga við menn tínar, at teir skulu gevast at liggja eftir brøðrum sínum?"
27 Jóab svaraði: "So satt sum Gud livir - hevði tú einki sagt, so hevði longu frá morgni verðið farið avstað við fólkinum, og eingin hevði elt bróður sín!"
28 So blásti Jóab í hornið; tá steðgaði alt fólkið og elti ikki Ísrael longur, og bardagin helt uppat.
29 Abner og menn hansara gingu yvir slættlendið alla náttina, fóru síðani um Jordan, gingu gjøgnum alt Bitron og komu til Mahanajim.
30 Táið Jóab var givin at elta Abner, savnaði hann alt fólkið, og har saknaðust - umframt Asael - 19 av monnum Dávids.
31 Men menn Dávids høvdu dripið 360 mans av Benjaminitum, av monnum Abners.
32 Asael tóku teir og jarðaðu hann í grøv faðirs hansara í Betlehem. Og Jóab og menn hansara gingu alla náttina og komu til Hebron, táið lýsti.