Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Dávid savnaði uppaftur saman allan útvalda her Ísraels, 30 000 mans.
2 So fór Dávid avstað við øllum fólkinum, ið hjá honum var, og fór úr Ba’ale-Juda til at flyta haðani ørk Guds, sum kallað verður við navni HARRANS Guds herskaranna, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum.
3 Teir settu tá ørk Guds á nýggjan vagn og fóru við henni úr húsi Abinadabs, sum stóð á heygnum; Uzza og Ajo, synir Abinadab, stýrdu vagninum.
4 Soleiðis fluttu teir ørk Guds úr húsi Abinadabs, sum stóð á heygnum, og komu við sjálvir; Ajo gekk undan ørkini.
5 Dávid og alt hús Ísraels leikaðu fyri ásjón HARRANS, alt tað tey vóru ment, og sungið varð og spælt á sitarar, hørpur, trummur, bjøllur og skáltrummur.
6 Táið tey nú komu at treskiplássi Nakons, rætti Uzza út hondina og tók í ørk Guds; tí teir fingu ikki stýrt oksunum.
7 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Uzza, og Gud sló hann har fyri hetta skeiva, ið hann hevði gjørt, so hann doyði har hjá ørk Guds.
8 Men Dávid varð illa við, av tí at HARRIN hevði sligið Uzza niður; tí hevur hetta stað verið rópt Perez-Uzza líka til henda dag.
9 Dávid varð gripin av ræðslu fyri HARRANUM tann dagin og segði: "Hvussu skal ørk HARRANS kunna koma inn hjá mær!"
10 Dávid vildi tá ikki flyta ørk HARRANS niðan í Dávidsstað til sín, men læt seta hana inn hjá Obed-Edom úr Gat.
11 Ørk HARRANS stóð so í tríggjar mánaðir í húsi Obed-Edoms úr Gat; og HARRIN signaði Obed-Edom og alt hús hansara.
12 Onkur kom nú og segði Dávidi kongi, at HARRIN hevði signað hús Obed-Edoms og alt, ið hann átti, fyri tað at ørk Guds stóð har. Tá fór Dávid avstað og flutti ørk Guds úr húsi Obed-Edoms niðan í Dávidsstað við fagnaði.
13 Táið teir, ið bóru ørk HARRANS, høvdu gingið seks stig, ofraði hann tarv og gøðingarkálv.
14 Og Dávid dansaði fyri ásjón HARRANS, alt tað hann var mentur; hann var í lívkyrtli av líni.
15 Soleiðis fluttu Dávid og alt Ísrael ørk HARRANS niðan við gleðirópum og hornblástri.
16 Men táið ørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa fyri ásjón HARRANS, vanvirdi hon hann í hjartanum.
17 Teir komu so inn við ørk HARRANS og settu hana, har sum hon skuldi standa - mitt í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni; og Dávid ofraði fyri ásjón HARRANS brennioffur og takkoffur.
18 Táið Dávid var liðugur at ofra brenniofrini og takkofrini, signaði hann fólkið í navni HARRANS Guds herskaranna.
19 Og hann býtti út til alt fólkið, til hvønn ein av allari mannfjøld Ísraels, bæði mann og kvinnu, eitt breyð, eitt kjøtstykki og eina rosinukøku. So fór alt fólkið heimaftur, hvør til sín.
20 Men táið Dávid kom heimaftur at signa hús sítt, kom Mikal, dóttir Saul, út ímóti honum og segði: "Tað er ikki eiti, sum kongur Ísraels er ærdur í dag, hann, sum í dag hevur gingið nakin, so arbeiðskonur tænara hansara hava sæð, eins og skammleys fólk plaga at gera!"
21 Dávid svaraði Mikal: "Fyri ásjón HARRANS, sum útvaldi meg fram um faðir tín og fram um alt hús hansara og setti meg til høvdinga yvir fólki HARRANS, yvir Ísrael - fyri ásjón HARRANS havi eg dansað!
22 Eg skal gera meg minni enn so og verða lítil í mínum egnu eygum; og hasar arbeiðskonurnar, ið tú tosaði um - saman við teimum vil eg verða ærdur!"
23 - Mikal, dóttir Saul, var barnleys líka til deyðadag sín.