1 | Nakað eftir hetta doyði ammonitakongur, og sonur hansara Hanun tók ríkið eftir hann. |
|
2 | Tá segði Dávid: "Eg skal vísa Hanun, syni Nahas, vinskap, eins og faðir hansara vísti mær vinskap!" Dávid sendi so nakrar av tænarum sínum at ugga hann í sorgini eftir faðir hansara. Tænarar Dávids komu nú til Ammonitaland. |
|
3 | Tá søgdu ammonitahøvdingarnir við Hanun, harra sín: "Heldur tú tað vera til at æra faðir tín, ið Dávid hevur sent menn at ugga teg? Nei, til at njósna í býnum og kanna hann og síðani leggja hann í oyði - til hetta er tað, ið Dávid hevur sent tær tænarar sínar!" |
|
4 | Tá tók Hanun tænarar Dávids, læt raka hálvt skeggið av teimum, læt klæði teirra skera av um helvt, áraka klovið, og læt teir síðani fara. |
|
5 | Táið Dávid fekk hesi tíðindi, læt hann sendiboð fara ímóti teimum - menninir vóru jú stórliga vanærdir - og kongurin læt siga: "Verðið í Jeriko, inntil skegg tykkara er afturvaksið, og komið so heimaftur!" |
|
6 | Táið nú Ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa kendar hjá Dávidi, sendu teir boð og leigaðu Áramearar úr Bet-Rehob og Zoba, 20 000 mans av fótfólki, kongin úr Ma’aka við 1000 monnum og 12 000 mans úr Tob. |
|
7 | Táið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum herinum, teimum krígsvandu monnunum. |
|
8 | Ammonitar fóru so út og fylktu her sín uttan fyri býportrið; men Áramearar úr Zoba og Rehob og menninir úr Tob og Ma’aka stóðu fyri seg sjálvar á markini. |
|
9 | Men táið Jóab sá, at hann hevði fíggindar ímóti sær bæði frammanfyri og aftanfyri, valdi hann út nakrar úr øllum útvalda liði Ísraels og fylkti teir móti Áramearum. |
|
10 | Yvir hin partin av fólkinum setti hann bróður sín, Abisai, sum við teimum fylkti seg móti Ammonitum. |
|
11 | Og hann segði: "Verða Áramearar mær ov sterkir, skalt tú koma mær til hjálpar, og verða Ammonitar tær ov sterkir, skal eg koma tær til hjálpar. |
|
12 | Hav nú gott mót, og lat okkum vísa okkum djarvar í bardaganum fyri fólk okkara og fyri býir Guds okkara - síðani má HARRIN gera tað, ið Honum tykir best!" |
|
13 | Jóab herjaði nú á við fólki sínum til bardaga við Áramearar, og teir flýddu fyri honum. |
|
14 | Táið Ammonitar sóu, at Áramearar flýddu, tá flýddu eisini teir fyri Abisai og sluppu sær inn í býin. Jóab fór síðani heimaftur úr bardaganum móti Ammonitum og kom til Jerúsalem. |
|
15 | Táið Áramearar sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, savnaðu teir seg allir. |
|
16 | Hadadezer sendi boð, at Áramearar, ið búðu hinumegin Ánna, skuldu koma; teir komu tá til Helam, og Sobak, herhøvdingi Hadadezers, var yvir teimum. |
|
17 | Táið Dávid fekk hetta at vita, savnaði hann alt Ísrael, fór um Jordan og kom til Helam. Áramearar fylktu her sín móti Dávidi, og tað kom til bardaga. |
|
18 | Men Áramearar flýddu fyri Ísrael, og Dávid drap millum Áramearar manningina á 700 vagnum og 40 000 hestmenn; og Sobak, herhøvdinga teirra, særdi hann, so hann doyði har. |
|
19 | Táið nú allir kongarnir, ið stóðu undir Hadadezer, sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, gjørdu teir frið við Ísraelsmenn og góvu seg undir teir; og Áramearar vágaðu sær ikki uppaftur at hjálpa Ammonitum. |
|
|