Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Akitofel segði nú við Absalom: "Lat meg velja út 12 000 mans og halda avstað eftir Dávidi í nátt!
2 Táið eg soleiðis leggi á hann, meðan hann er troyttur og mótfallin, so fái eg loypt ræðslu á hann; og alt fólkið, ið við honum er, flýggjar tá, so eg fái dripið kong einsamallan.
3 Síðani skal eg fáa alt fólkið aftur til tín; at øll koma aftur, stendur jú í tí, at tað gongur manninum, ið tú vilt hava fatur á, soleiðis; alt fólkið kann tá vera í friði."
4 Hesi ráð dámdi Absalom og øllum hinum elstu í Ísrael væl.
5 Men Absalom segði: "Rópið mær eisini Husai Arkit, so vit fáa at hoyra, hvat hann hevur at siga!"
6 Táið nú Husai kom til Absalom, segði Absalom við hann: "So og so hevur Akitofel sagt; skulu vit gera, sum hann mælir til? Um ikki, so sig, hvat tú heldur!"
7 Husai svaraði Absalom: "Hesa ferð eru ráðini ikki góð, ið Akitofel hevur lagt!"
8 Framvegis segði Husai: "Tú kennir faðir tín og menn hansara; tú veitst, at teir eru kappar; og teir eru grammir í huga sum bjørn á markini, ið ungarnir eru tiknir frá. Og faðir tín er sannur bardagamaður - hann legst ikki til hvíldar um náttina við monnum sínum.
9 Nú krógvar hann seg óivað í onkrum helli ella onkra aðrastaðni; falla nú alt fyri eitt nakrir av monnum tínum, so fer hvør tann, ið frættir hetta, at siga: "Stórt mannafall hevur verið millum teirra, sum eru í parti við Absalom!"
10 - Og um tað so er djarvasti maður, hann, ið hevur hjarta sum leyvan, so missir hann tá mótið. Tí alt Ísrael veit, at faðir tín er hetja, og at teir eru raskir menn, ið við honum eru.
11 Nei - ráð míni eru: Lat alt Ísrael savnast um teg, úr Dan til Be’erseba, fjølmentar sum sand á sjóvarstrond - og sjálvur mást tú fara við í bardagan!
12 Táið vit so koma fram á hann onkustaðni - har sum hann nú er at finna - so skulu vit falla yvir hann, sum døggin fellur á jørðina, og ikki so mikið sum ein skal liva eftir av teimum, hvørki hann sjálvur ella nakar av monnunum, ið við honum eru.
13 Leitar hann so inn í ein av býunum, so skal alt Ísrael leggja tog um tann bý, og vit skulu draga hann oman í dalin, so ikki so mikið sum steinur verður eftir av honum!"
14 Tá segði Absalom og hvør maður í Ísrael: "Ráð Husai Arkits eru betri enn ráð Akitofels!" - Men tað var HARRIN, ið stýrdi tí so - fyri at hini góðu ráð Akitofels skuldu koma upp í einki, so HARRIN fekk latið vanlukkuna komið yvir Absalom.
15 Husai segði nú við prestarnar Zadok og Abjatar: "Tey og tey ráð hevur Akitofel lagt Absalom og hinum elstu í Ísrael, og tey og tey ráð havi eg lagt.
16 Sendið tí sum skjótast Dávidi boð um hetta og latið siga: "Steðga ikki í nátt við vaðini í oyðimørkini, nei, far heldur yvirum, so ikki kongurin og alt fólkið, ið við honum er, verður týnt!""
17 Jónatan og Ahima’az stóðu við Rogelskeldu, og ein arbeiðskona plagdi at bera teimum tíðindi hagar; teir bóru síðani Dávidi kongi tíðindini; tí fara inn í býin og lata tey síggja seg har, tað tordu teir ikki.
18 Men ein drongur fekk at síggja teir, og hann segði Absalom tað. Tá skundaðu teir sær avstað báðir, og teir fóru inn hjá einum manni í Bahurim. Hann hevði brunn í garðinum við húsini, og niður í brunnin fóru teir.
19 Síðani tók kona hansara teppi, breiddi tað út yvir brunnin og stroyddi grýn á tað, so eingin skuldi verða varur við nakað.
20 Táið so tænarar Absaloms komu inn í húsið til konuna og spurdu: "Hvar eru Ahima’az og Jónatan?" svaraði konan: "Teir fóru um løkin har!" Teir leitaðu nú eftir teimum, men funnu teir ikki, og fóru so aftur til Jerúsalem.
21 Men við tað sama sum teir vóru farnir, komu hinir upp úr brunninum og fóru og bóru Dávidi kongi tíðindini og søgdu við hann: "Gerið tykkum til reiðar og farið sum skjótast um ánna! Tí tey og tey ráð hevur Akitofel lagt móti tykkum."
22 Tá hildu tey avstað, bæði Dávid og alt fólkið, ið við honum var; tey fóru um Jordan; táið lýsti morgunin eftir, var ikki eitt, sum ikki var farið um Jordan.
23 Men táið Akitofel sá, at ikki varð gjørt eftir ráðum hansara, saðlaði hann esil sítt, helt avstað, fór heim til bý sín, skipaði fyri húsi sínum og hongdi seg; og hann doyði og varð jarðaður í grøv faðirs síns.
24 Dávid var longu komin til Mahanajim, táið Absalom við øllum monnum Ísraels fór um Jordan.
25 Absalom hevði sett Amasa yvir herin í staðin fyri Jóab. - Amasa var sonur ein mann, ið æt Jitra, ein Jizre’elit, sum var farin inn til Abigajil, dóttur Ísai, systur Zeruju, móður Jóab.
26 Og Ísrael og Absalom reistu tjøldini í Gilead.
27 Táið Dávid kom til Mahanajim, komu Sobi, sonur Nahas í Rabba í Ammon, Makir, sonur Ammiel í Lo-Debar, og Barzillai Gileaditur úr Rogelim
28 - teir komu við seingjum, føtum og leiríløtum; og hveiti, bygg, mjøl, bakað korn, bønur, linsur,
29 hunang, róma, smáfæ og ostar av neytamjólk høvdu teir Dávidi og fólki hansara til føði, tí teir hugsaðu: "Fólkið er vorðið svangt, pøst og tyst í oyðimørkini."