Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Men vreiđi HARRANS tendrađist aftur móti Ísrael, og Hann eggjađi Dávid upp móti teimum og segđi: "Far og tel Ísrael og Juda!"
2 Kongurin segđi tá viđ Jóab, herhřvdinga sín, sum hjá honum var: "Far um í řllum ćttum Ísraels, úr Dan líka til Be’erseba, og tel fólkiđ, so eg kann fáa taliđ á tí at vita!"
3 Jóab svarađi konginum: "HARRIN Gud tín leggi hundrađ ferđir so mong aftrat hesum fólki, sum tey eru nú, og tađ, so harri mín kongurin sjálvur fćr tađ at síggja! Men hví hevur harri mín kongurin fingiđ hug til slíkt?"
4 Men Jóab og herhřvdingarnir vórđu noyddir at lúta fyri bođi kongsins. Jóab og herhřvdingarnir fóru so út í řrindum kongsins at taka manntal í Ísrael.
5 Teir fóru um Jordan og byrjađu viđ Aroer, hřgrumegin býin, iđ er mitt í Gadsdali, og yvir ímóti Jazer.
6 So komu teir til Gilead og til Hetitaland, yvir ímóti Kadez, síđani til Dan-Ja’an og so rundanum, yvir ímóti Zidon.
7 So komu teir til borgina í Týrus og til allar Hevita- og Kána’anitabýirnar, og seinast fóru teir til Suđurlandiđ í Juda, til Be’erseba.
8 Soleiđis ferđađust teir um alt landiđ og komu níggju mánađir og tjúgu dagar eftir aftur til Jerúsalem.
9 Jóab segđi so konginum taliđ, iđ teir hřvdu fingiđ viđ fólkateljingina: Í Ísrael vóru 800 000 raskir, vápnafřrir menn, og Judamenn vóru 500 000.
10 Men samvitskan sló Dávid, eftir at hann hevđi talt fólkiđ, og Dávid segđi viđ HARRAN: "Eg havi syndađ stórliga viđ hesum, iđ eg havi gjřrt! Men fyrigev nú, HARRI, misbrot tćnara Tíns, tí eg havi boriđ meg at sum stórur dári!"
11 Táiđ Dávid kom upp um morgunin, var orđ HARRANS komiđ soleiđis til Gad profet, síggjara Dávids
12 "Far og sig viđ Dávid: "So sigur HARRIN: Tríggjar lutir leggi Eg fyri teg; vel ein teirra, so skal Eg gera so viđ teg!""
13 Gad kom nú til Dávid, kunngjřrdi honum hetta og segđi viđ hann: "Vilt tú, at hungursneyđ skal vera í landi tínum trý ár? Ella at tú skalt koma at flýggja undan fíggindum tínum tríggjar mánađir, međan teir elta teg? Ella at pestur skal vera í landi tínum tríggjar dagar? - Hugsa teg nú um og ger av, hvat eg skal svara Honum, iđ hevur sent meg!"
14 Dávid svarađi Gad: "Eg eri í stórari neyđ - lat okkum so falla í hond HARRANS, tí miskunn Hansara er stór! Í menniskjahendur vil eg treyđugt falla."
15 HARRIN lćt so pest koma í Ísrael, frá morgni til ta ásettu tíđina; og av fólkinum doyđu úr Dan til Be’erseba 70 000 mans.
16 Og eingilin rćtti út hondina ímóti Jerúsalem at oyđa tađ; tá angrađi HARRIN tađ illa, og Hann segđi viđ eingilin, iđ forkom fólkinum: "Nú er nóg mikiđ! Tak nú hond tína aftur!" - Eingil HARRANS var tá viđ treskipláss Aravna Jebusits.
17 Táiđ Dávid sá eingilin, iđ drap fólkiđ, segđi hann viđ HARRAN: "Tađ eri eg, sum havi syndađ, tađ eri eg, sum havi boriđ meg illa at - men seyđurin har, hvat hevur hann gjřrt! Lat hond Tína koma yvir meg og fedrahús mítt!"
18 Sama dag kom Gad til Dávid og segđi viđ hann: "Far og reis HARRANUM altar á treskiplássi Aravna Jebusits!"
19 Dávid fór nú hagar eftir orđi Gads - soleiđis sum HARRIN hevđi giviđ bođ um.
20 Táiđ Aravna hugdi út, fekk hann eyga á kongin og tćnarar hansara, sum komu yvir til hansara; tá fór Aravna út og kastađi seg niđur fyri konginum viđ andlitinum til jarđar.
21 Og Aravna segđi: "Hví kemur harri mín kongurin til tćnara sín?" Dávid svarađi: "Til at keypa treskiplássiđ frá tćr og reisa HARRANUM altar har, so plágan kann steđga og vikja frá fólkinum."
22 Tá segđi Aravna viđ Dávid: "Harri mín kongurin kann taka og ofra tađ, iđ honum tykir best! Hygg, her eru neytini til brennioffur og treskisleđurnar og okini, iđ á teimum eru, til brenni!
23 Alt hetta, kongurin, gevur Aravna konginum!" Og Aravna segđi viđ kongin: "HARRIN Gud tín taki í náđi móti tćr!"
24 Men kongurin svarađi Aravna: "Nei, eg skal keypa tađ frá tćr fyri pening! Eg ofri ikki HARRANUM Gudi mínum brennioffur, sum einki hava kostađ mćr." So keypti Dávid treskiplássiđ og neytini fyri 50 seklar av silvuri.
25 Og Dávid reisti har HARRANUM altar og ofrađi brennioffur og takkoffur. Tá břnhoyrdi HARRIN landiđ, og plágan steđgađi og veik frá Ísrael.