Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 HARRIN sendi Natan til Dávid. Táið hann kom inn til hansara, segði hann við hann: "Tveir menn vóru í einum býi; annar var ríkur, og hin fátækur.
2 Hin ríki hevði mongd av smáfæi og neytum;
3 men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið lamb, sum hann hevði keypt og føtt inni; tað vaks upp hjá honum saman við børnum hansara; tað át av breyði hansara, drakk úr bikari hansara, lá í fangi hansara - og var honum sum dóttir.
4 Men táið hin ríki maðurin einaferð fekk gest, tykti honum ov mikið fyri at taka av smáfæi ella neytum sínum at seta fyri ferðamannin, ið komin var til hansara; nei, hann tók lamb hins fátæka mans og borðreiddi við tí fyri gestinum, ið hann hevði fingið."
5 Tá varð Dávid so spinnandi illur inn á henda mann, og hann segði við Natan: "So satt sum HARRIN livir - tann maður, ið hetta gjørdi, hann skal lata lív!
6 Og lambið skal hann bøta fýrfalt aftur, tí hann bar seg so at og vísti ikki miskunn."
7 Men Natan segði við Dávid: "Tú ert maðurin! - So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og Eg bjargaði tær av hondum Sauls;
8 Eg gav tær hús harra tíns og legði konur harra tíns í favn tín; Eg gav tær hús Ísraels og hús Juda - og var hetta ov lítið, so skuldi Eg givið tær meiri aftrat, bæði eitt og annað.
9 Hví hevur tú tá vanvirt orð HARRANS og gjørt tað, sum ónt er í eygum Hansara? Uria Hetit hevur tú dripið við svørði; konu hansara hevur tú tikið tær sjálvum til konu, og hann hevur tú dripið við svørði Ammonita.
10 Tí skal nú svørðið aldri víkja frá húsi tínum - aftur fyri at tú hevur vanvirt Meg og tikið konu Uria Hetit til konu tína!
11 So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma á teg úr tínum egna húsi; fyri eygum tínum skal Eg taka konur tínar og geva øðrum manni tær, og hann skal liggja hjá konum tínum mitt á ljósum degi.
12 Tí tú gjørdi hetta í loynd, men Eg skal gera hetta fyri eygum als Ísraels og mitt á ljósum degi."
13 Tá segði Dávid við Natan: "Eg havi syndað móti HARRANUM!" Natan segði við Dávid: "So hevur HARRIN eisini tikið synd tína burtur - tú skalt ikki doyggja.
14 Men aftur fyri at tú við at bera teg so at hevur gjørt, at fíggindar HARRANS fáa spottað, so skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja."
15 Síðani fór Natan aftur til hús. Og HARRIN sló barnið, ið Dávid hevði fingið við konu Uria - tað varð ógvuliga sjúkt.
16 Tá søkti Dávid Gud fyri barnið; Dávid fastaði, og táið hann kom heim, lá hann á gólvinum alla náttina.
17 Teir elstu í húsi hansara komu nú og vildu hava hann at reisa seg upp av gólvinum; men hann vildi ikki, og hann helt ikki máltíð saman við teimum.
18 Sjeynda dagin doyði barnið; men tænarar Dávids tordu ikki at siga honum, at barnið var deytt, tí teir hugsaðu: "Meðan barnið livdi, talaðu vit við hann, og hann lurtaði ikki eftir okkum; hvussu kunnu vit tá nú siga honum, at barnið er deytt! Hann kann gera eina vanlukku!"
19 Táið Dávid sá, at tænarar hansara teskaðu sín ámillum, skilti hann, at barnið var deytt; og hann segði við tænarar sínar: "Er barnið deytt?" Teir svaraðu: "Ja, hann er deyður!"
20 Tá reistist Dávid upp av gólvinum, vaskaði sær, salvaði seg, skifti klæði og fór inn í hús HARRANS og tilbað. So fór hann heimaftur og bað lata seg fáa at eta; teir settu tá mat fyri hann, og hann át.
21 Tá søgdu tænarar hansara við hann: "Hvussu er tað, tú bert teg at! Meðan barnið livdi, fastaði tú og grætst um hann; men nú barnið er deytt, nú reisist tú upp og etur!"
22 Hann svaraði: "So leingi sum barnið livdi, fastaði eg og græt; tí eg hugsaði: "Hvør veit! Kanska HARRIN vísir mær náði, so barnið fer at liva!"
23 Men nú hann er deyður, hví skal eg nú fasta! Kann eg fáa hann aftur! Eg fari til hansara, men hann kemur ikki aftur til mín!"
24 So troystaði Dávid Batsebu, konu sína; og hann fór inn til hennara og lá hjá henni; og hon átti son, sum hann gav navnið Sálomo; hann elskaði HARRIN;
25 og Hann sendi boð við Natan profeti, sum fyri HARRANS skuld gav honum navnið Jedidja.
26 Jóab gjørdi álop á Rabba í Ammon og tók kongastaðin.
27 Tá sendi Jóab Dávidi boð og læt siga: "Eg havi gjørt álop á Rabba og tikið vatnbýin.
28 Savna nú tú tað, ið eftir er av fólkinum saman, so tú kanst kringseta býin og taka hann! Tað má ikki vera eg, ið taki býin, so eg fái orð fyri tað."
29 Dávid savnaði tá alt fólkið og fór til Rabba; og hann herjaði á hann og tók hann.
30 Hann tók krúnuna av høvdi kongs teirra; hon var av gulli og vigaði eina talent, og dýrur steinur var á henni; hon kom nú á høvd Dávids. Og hann førdi burtur ógvuligan fong, sum hann hevði tikið í býnum.
31 Fólkið, ið búði har, flutti hann burtur og setti tað við sagirnar, jarntreskisleðurnar og jarnøksirnar og læt tað træla við tigulovnarnar. So gjørdi hann við allar býir Ammonita. Síðani fór Dávid og allur herurin aftur til Jerúsalem.