Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Dávid kannaði nú fólkið, ið við honum var, og setti høvuðsmenn yvir teir, summar yvir 1000 og summar yvir 100.
2 Síðani læt Dávid fólkið halda avstað; ein triðingur var undir Jóab, ein triðingur undir Abisai, syni Zeruju, bróður Jóab, og ein triðingur undir Ittai Gatiti. Og kongurin segði við fólkið: "Eg komi sjálvur við í bardagan!"
3 Men teir svaraðu: "Tú mást ikki koma við! Tí um vit halda undan, leggur eingin okkum til merkis, ja, um so helvtin av okkum fellur, leggur eingin okkum til merkis; men tú ert líka mikið sum 10 000 av okkum; tað er tí best, at tú heldur teg til reiðar at koma okkum til hjálpar úr býnum."
4 Kongurin svaraði: "Eg skal gera, sum tit halda vera beinast." So fór kongurin og stóð øðrumegin portrið, meðan alt fólkið helt avstað í flokkum, 100 og 1000.
5 Men hetta boð gav kongurin Jóab, Abisai og Ittai: "Farið nú við eirindum við hinum unga manninum - við Absalom!" - Alt fólkið hoyrdi, at kongurin gav øllum høvuðsmonnunum hetta boð viðvíkjandi Absalom.
6 Síðani helt alt fólkið avstað í bardaga við Ísrael, og bardagin kom at standa í Efra’imsskógi.
7 Har tapti herur Ísraels fyri monnum Dávids, og stórt mannafall varð tann dagin - 20 000 mans fullu.
8 Bardagin breiddi seg út um alt landið har rundanum, og skógurin gjørdi henda dag enda á fleiri monnum, enn svørðið.
9 Absalom kom beint ímóti nøkrum av monnum Dávids; hann reið á múldýri sínum, og múldýrið kom inn undir hinar tøttu greinar á eini stórari eik, so at høvd hansara kom fast í eikina, og hann varð hangandi millum himmal og jørð - tí múldýrið, ið hann sat á, rann burt.
10 Hetta fekk ein maður at síggja, og hann segði Jóab frá tí: "Eg sá Absalom hanga í eikini har yviri!"
11 Tá segði Jóab við mannin, ið bar honum hesi tíðindi: "Táið tú sást tað, hví slóst tú hann tá ikki til jarðar við tað sama? So hevði eg skyldað at givið tær tíggju seklar av silvuri og belti!"
12 Men maðurin svaraði Jóab: "Um eg so fekk túsund seklar av silvuri vigaðar upp í hendurnar, so hevði eg ikki rætt út hondina móti syni kongs; vit hoyrdu jú allir, at kongur gav tær og Abisai og Ittai hetta boð: "Verið varnir við hinum unga manninum, Absalom, hvørjir tit so eru!"
13 Og hevði eg farið fram við svikum móti lívi hansara - einki dylst jú fyri kongi, og mestur hevði tú hildið teg uttanfyri!"
14 Tá segði Jóab: "Eg kann ikki standa her hjá tær og spilla tíðina!" Og hann tók trý kastispjót í hondina og rendi tey í hjarta Absaloms, meðan hann enn hekk og livdi millum greinarnar á eikini.
15 Síðani stigu tíggju ungir menn fram - vápnasveinar Jóabs - og góvu Absalom deyðasting.
16 Nú læt Jóab blása í hornið, og fólkið gavst at jagstra Ísrael; tí Jóab helt fólkinum aftur.
17 So tóku teir Absalom, kastaðu hann í eina stóra grøv í skóginum og laðaðu stóra grótrúgvu yvir honum. Men alt Ísrael flýddi, hvør heim til sín.
18 Absalom hevði, meðan hann livdi, latið reisa sær merkissteinin, ið stendur í Kongsdali; tí hann segði: "Eg eigi ongan son, ið kann halda uppi minninum um navn mítt." Hann hevði givið merkissteininum navn eftir sær sjálvum, og hann verður enn í dag róptur Absalomsvarði.
19 Ahima’az, sonur Zadok, segði nú við Jóab: "Loyv mær at leypa avstað til kong við gleðiboðunum, at HARRIN hevur dømt hann frían av hondum fígginda hansara!"
20 Men Jóab svaraði honum: "Ikki verður tú í dag maður við gleðiboðum! Tú kanst koma við gleðiboðum ein annan dag, men í dag hevði tú ongum gleðiboðum komið við, við tað at sonur kong er deyður."
21 So segði Jóab við Etioparan: "Far og sig kongi tað, ið tú hevur sæð!" Etioparin kastaði seg til jarðar fyri Jóab og leyp avstað.
22 Men Ahima’az, sonur Zadok, tók uppaftur til orða og segði við Jóab: "Gangi, sum tað vil! Loyv mær við at leypa avstað aftan á Etioparanum!" Jóab segði: "Hví vilt tú endiliga tað, sonur mín? Tú hevur jú eingi gleðiboð, sum tú kundi fingið løn fyri."
23 Hann svaraði: "Gangi, sum tað vil! Eg leypi avstað!" Tá segði hann við hann: "So leyp, meðni!" Og Ahima’az leyp avstað vegin um Jordanslættan og rann fram um Etioparan.
24 Dávid sat júst millum bæði portrini. Og vaktarin fór upp á takið yvir portrinum, yvir á múrin, og hugdi út. Tá sá hann mann, ið kom rennandi einsamallur.
25 Vaktarin rópti og segði konginum frá tí. Tá segði kongurin: "Er hann einsamallur, so eru gleðiboð í munni hansara!" Og hann nærkaðist í hvørjum.
26 Tá sá vaktarin annan mann koma rennandi, og vaktarin rópti niður í portrið: "Nú kemur aftur maður rennandi einsamallur!" Kongurin segði: "Eisini hann kemur við gleðiboðum!"
27 Vaktarin segði: "Hin fyrri rennur so, at tað kundi verið Ahima’az, sonur Zadok." Tá segði kongurin: "Tað er góður maður; hann kemur við góðum boðum!"
28 Ahima’az rópti til kongin: "Friður!" Og hann kastaði seg á andlitið til jarðar fyri konginum og segði: "Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevur givið í hendur tínar menninar, sum lyftu hondini móti harra mínum konginum!"
29 Kongurin spurdi: "Veit hinum unga manninum Absalom væl við?" Ahima’az svaraði: "Har var slík mannatrongd, táið Jóab sendi hin tænara kongsins og meg, tænara tín, avstað; men eg veit ikki, hvat ið áfatt var."
30 Kongurin segði: "Far burturfrá og statt har!" Og hann fór burturfrá og varð standandi.
31 Í tí sama kom Etioparin, og hann segði: "Boð eru til harra mín kongin: HARRIN hevur í dag dømt teg frían av hondum alra teirra manna, ið hava reist seg móti tær!"
32 Kongurin spurdi Etioparan: "Veit hinum unga manninum Absalom væl við?" Etioparin svaraði: "Gangist øllum óvinum harra míns kongsins og øllum, ið reisa seg móti tær og ætla at gera tær ilt, sum hinum unga manni gekst!"
33 Tá varð kongurin ógvuliga illa við. Hann fór upp í stovuna á takinum yvir portrinum og græt; og sum hann gekk, segði hann so: "Sonur mín Absalom! Sonur mín, sonur mín Absalom! Á, hevði eg verið deyður í staðin fyri teg! Absalom, sonur mín, sonur mín!"