Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Hetta eru síðstu orð Dávids: "So sigur Dávid, sonur Ísai, so sigur maðurin, ið høgt var settur, hin salvaði Jákups Guds og yndisligi sangari Ísraels
2 "Andi HARRANS talar í mær, orð Hansara eru á tungu míni.
3 Gud Ísraels hevur talað, við meg hevur klettur Ísraels sagt: "Høvdingi skal vera yvir menniskjum, rættvísur, høvdingi í gudsótta;
4 Hann skal vera líkur morgunljósinum, táið sólin kemur undan, morgni uttan skýggj, táið við sólskini og regni grasið sprettur upp av jørðini."
5 Tí hevur ikki hús mítt tað so við Gud! Ævigan sáttmála hevur Hann jú gjørt við meg, fullgóðan og væl tryggjaðan - alla frelsu mína og alt tað, ið Honum líkar, skuldi Hann ikki givið tí vøkst!
6 Men hini óndu, tey eru øll somul lík tornum, ið verða ruddaðir burt, og sum fólk ikki nemur við hondini
7 - nei, kemur onkur teimum nær, so vápnar hann seg við jarni og spjótskafti, og í eldi verða teir brendir upp, har sum teir standa.""
8 Hetta eru nøvnini á køppum Dávids: Joseb-Bassebet Takmonitur, hin fremsti av køppunum; hann reiggjaði spjót sítt yvir 800 falnum í senn.
9 Honum næstur var Eleazar Ahohitur, sonur Dodo; hann var ein av hinum trimum køppunum, ið vóru við Dávidi, táið teir háðaðu Filistarar, sum vóru samankomnir har til bardaga; táið tá menn Ísraels hildu undan,
10 dvíndi hann ikki, men høgdi niður millum Filistarar, inntil hann var so móður í hondini, at hann fekk ikki slept svørðinum. Tann dag gav HARRIN teimum stóran sigur, og táið fólkið vendi við og fylgdi eftir honum, høvdu teir einki annað at gera enn at ræna hinar falnu.
11 Honum næstur var Samma Hararitur, sonur Age; Filistarar høvdu einaferð savnað seg, ein heilur flokkur, og har var ein akur, sum linsur vuksu á, øllum sum hann var. Táið nú fólkið flýddi fyri Filistarum,
12 tók hann støðu mitt í akrinum og vardi hann og høgdi niður Filistarar - og HARRIN veitti teimum stóran sigur.
13 Einaferð táið leið móti heysti, fóru tríggir av hinum tríati høvdingunum avstað og komu til Dávid í hellið við Adullam. Filistaraflokkurin hevði støðu í Refa’imsdali.
14 Dávid sjálvur var tá í borgini, og oddaflokkur Filistara var í Betlehem.
15 Nú kom slíkur tosti á Dávid, at hann segði: "Hvør fær mær vatn at drekka úr brunninum, sum er við portrið í Betlehem?"
16 Tá brutu teir tríggir kapparnir seg gjøgnum tilhald Filistara, oystu vatn úr brunninum við portrið í Betlehem, tóku tað við sær og komu til Dávid við tí; men hann vildi ikki drekka tað, hann helti tað út fyri HARRANUM
17 við hesum orðum: "Tað er minni enn so, at eg geri hetta, HARRI! Skuldi eg drukkið blóð teirra manna, ið settu lív sítt í váða og fóru avstað!" Og hann vildi ikki drekka tað. - Slíkt gjørdu hinir tríggir kapparnir.
18 Abisai, bróðir Jóab, sonur Zeruju, var høvuðsmaður fyri trimum. Hann reiggjaði spjót sítt yvir 300 falnum, og hann var navnframur millum hinar tríggjar.
19 Víst var hann ærdur fram um hinar tríati og varð høvdingi teirra; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki.
20 Benaja, sonur Jójada, úr Kabze’el, var reystmenni, ið hevði útint stór manndómsverk; hann feldi báðar leyvukapparnar í Móab. Ein dagin tað hevði kavað, fór hann niður og drap eina leyvu í einum brunni.
21 Eisini drap hann ein Egypta, risavaksnan mann; Egyptin hevði spjót í hondini; men hann fór við stavi sínum ímóti honum, rykti spjótið úr hond Egyptans og drap hann við hansara egna spjóti.
22 Slíkt gjørdi Benaja, sonur Jójada; hann var navnframur millum hinar tríggjar kapparnar.
23 Fram um hinar tríati var hann ærdur; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki; Dávid setti hann yvir lívvakt sína.
24 Asael, bróðir Jóab, var millum hinar tríati, somuleiðis Elhanan, sonur Dodo, úr Betlehem;
25 Samma Haroditur; Elika Haroditur;
26 Helez Paltitur; Ira Teko’itur, sonur Ikkes;
27 Abiezer Anatotitur; Mebunnai Husatitur;
28 Zalmon Ahohitur; Maharai Netofatitur;
29 Heleb Netofatitur, sonur Ba’ana; Ittai, sonur Ribai, úr Gibea í ætt Benjamins;
30 Benaja Piratonitur; Hiddai úr Ga’asdølum;
31 Abi-Albon Arbatitur; Azmavet Barhumitur;
32 Eljaba Sa’albonitur; Bene-Jasen; Jónatan;
33 Samma Hararitur; Ahiam Araritur, sonur Sarar;
34 Elifelet, sonur Ahazbai, son Ma’akatitin; Eliam Gilonitur, sonur Akitofel;
35 Hezro Karmelitur; Pa’arai Arbitur;
36 Jigal, sonur Natan, úr Zoba; Bani Gaditur;
37 Zelek Ammonitur; Naharai Be’erotitur, vápnasveinur Jóabs, sonar Zeruju;
38 Ira Jitritur; Gareb Jitritur;
39 Uria Hetitur - tilsamans 37.