Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Árið eftir, um ta tíðina ið kongar plaga at fara í hernað, sendi Dávid Jóab avstað við monnum sínum og øllum Ísrael, og teir herjaðu á land Ammonita og kringsettu Rabba. Men Dávid varð verandi í Jerúsalem.
2 So var tað eitt kvøldið, tá reisti Dávid seg av legu síni og fór at ganga uppi á takinum á kongshøllini; hann kom tá at síggja kvinnu, ið baðaði sær, og kvinnan var ógvuliga vøkur.
3 Dávid sendi nú boð og fregnaði um kvinnuna, og honum varð sagt: "Hatta er Batseba, dóttir Eliam, kona Uria Hetit."
4 Dávid sendi boð eftir henni, og hon kom til hansara; hann lá so hjá henni - hon hevði júst reinsað seg eftir óreinsku sína. Hon fór síðani heimaftur.
5 Kvinnan varð við barn; hon sendi tá Dávidi boð og læt siga: "Eg eri við barn!"
6 Tá sendi Dávid Jóabi hesi boð: "Send Uria Hetit til mín." Jóab sendi so Uria til Dávid.
7 Táið Uria kom til hansara, spurdi Dávid hann, um Jóab og herfólkinum vitsti væl við, og hvussu gekst við hernaðinum.
8 Síðani segði Dávid við Uria: "Far nú heim til tín sjálvs og vaska tær um føturnar!" Og táið Uria fór út úr kongshøllini, varð gáva frá konginum send aftan á honum.
9 Men Uria legði seg fyri durum kongshallarinnar saman við øllum tænarum harra síns; hann fór ikki heim til sín sjálvs.
10 Táið sagt varð Dávidi, at Uria var ikki farin heim til sín sjálvs, segði Dávid við hann: "Tú kemur jú av ferð - hví ert tú ikki farin heim til tín sjálvs?"
11 Uria svaraði Dávidi: "Ørkin og Ísrael og Juda búgva í leyvhúsum, og harri mín Jóab og tænarar harra míns hava tilhald úti á markini - og so skuldi eg farið heim til mín sjálvs og etið og drukkið og ligið hjá konu míni! - So satt sum tú livir, og so satt sum sál tín livir - tað geri eg ikki!"
12 Tá segði Dávid við Uria: "Verð nú her í dag við! So skal eg í morgin lata teg fara." Uria steðgaði so í Jerúsalem tann dagin og dagin eftir.
13 Dávid beyð honum nú inn; og hann át og drakk hjá honum, og hann fekk hann druknan. Men um kvøldið fór hann út og legði seg á legu sína saman við tænarum harra síns; hann fór ikki heim til sín sjálvs.
14 Morgunin eftir skrivaði Dávid Jóab bræv og sendi tað við Uria.
15 Í brævinum skrivaði hann: "Set Uria fremstan, har sum bardagin er harðastur, og rýmið so frá honum, so hann fellur og doyr!"
16 Jóab - sum lá og hevði býin kringsettan - setti tá Uria á eitt stað, har hann vitsti, at djarvir menn vóru.
17 Táið so menninir í býnum gjørdu álop og hildu ímóti Jóab, fullu nakrir av herfólkinum, av monnum Dávids; eisini Uria Hetitur fall.
18 Tá sendi Jóab Dávidi boð við tíðindum um alt, ið hent hevði í orrustuni.
19 Hann gav sendimanninum hetta boð: "Táið tú hevur sagt kongi alt tað, ið hent hevur í bardaganum
20 - kemur tá ilt í kong, og hann sigur við teg: "Hví komu tit býnum so nær í bardaganum? Tit kundu jú vita, at teir fóru at skjóta niður av múrinum!
21 Hvør var tað, ið drap Abimelek, son Jerubbeset! Var tað ikki ein kvinna, ið kastaði kvarnarstein niður á hann av múrinum í Tebez, so hann doyði! Hví komu tit múrinum so nær?" - so skalt tú siga: "Eisini tænari tín Uria Hetitur er deyður!""
22 Sendimaðurin fór nú avstað og kom og segði Dávidi alt tað, ið Jóab hevði álagt honum.
23 Sendimaðurin segði við Dávid: "Menninir vórðu okkum ov sterkir og hildu út á markina ímóti okkum; men so róku vit teir aftur líka at býportrinum.
24 Tá skutu bogamenninir av múrinum niður á tænarar tínar, og nakrir av tænarum kongsins fullu - eisini tænari tín Uria Hetitur fall."
25 Tá segði Dávid við sendimannin: "Tú skalt siga við Jóab: "Tak tær ikki hatta so nær! Svørðið verður einum at bana nú og øðrum tá; halt við at gera álop á býin, og tað dyggiliga, og brót hann niður!" - Soleiðis skalt tú seta mót í hann."
26 Táið kona Uria frætti, at Uria, maður hennara, var deyður, syrgdi hon ektafelaga sín.
27 Men táið sorgardagarnir vóru at enda, sendi Dávid boð og tók hana heim til sín; hon varð kona hansara og átti honum son. - Men hetta, ið Dávid hevði gjørt, var ónt í eygum HARRANS.