Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Sámuelsbók
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Sum kongurin nú einaferð sat í húsi sínum - HARRIN hevði tá givið honum frið fyri øllum fíggindum hansara rundanum -
2 segði hann við Natan profet: "Tú sært, eg búgvi í húsi av sedrisviði; og ørk Guds býr í tjaldi!"
3 Natan svaraði konginum: "Ger bert alt, ið tú hevur í huga! Tí HARRIN er við tær."
4 Men somu nátt kom orð HARRANS til Natan; Hann segði:
5 "Far og sig við tænara Mín Dávid: "So sigur HARRIN: Skuldi tú bygt Mær hús at búgva í!
6 Eg havi jú ikki búð í húsi, líka frá tí degi Eg leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi og til henda dag, nei, Eg havi ferðast um í tjaldi, í tabernakli.
7 Havi Eg nakrantíð, alla ta tíð Eg havi ferðast um millum Ísraelsmenn, sagt við nakran av dómarum Ísraels, sum Eg setti fólki Mínum Ísrael til hirða: "Hví hava tit ikki bygt Mær hús av sedrisviði?""
8 Tú skalt tí siga við tænara Mín Dávid: "So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg tók teg úr haganum, har sum tú gekst eftir smáfænum, at vera høvdinga yvir fólki Mínum Ísrael.
9 Eg var við tær, allastaðni har sum tú fórt, og týndi allar fíggindar tínar fyri tær; Eg læt teg vinna stórt navn, so stórt sum teir størstu á jørðini hava.
10 Eg havi gjørt fólki Mínum Ísrael bústað til, og Eg havi plantað tað har, so tað fær búð á staði sínum og verður ikki órógvað longur, og órættvís menniskju plága tað ikki longur sum áður -
11 líka frá tí degi Eg setti dómarar yvir fólk Mítt Ísrael - og Eg havi latið teg fingið frið fyri øllum fíggindum tínum. Og nú letur HARRIN teg vita, at HARRIN skal byggja tær hús.
12 Táið dagatal títt er fult, og tú hvílir hjá fedrum tínum, skal Eg eftir teg reisa upp son tín, sum skal ganga út frá tær, og Eg skal grundfesta kongadømi hansara.
13 Hann skal byggja navni Mínum hús, og Eg skal í allar ævir grundfesta kongadømi hansara.
14 Eg skal vera honum faðir, og hann skal vera Mær sonur. Táið hann ger tað, ið ilt er, skal Eg tykta hann við menniskjakoyrli og við plágum, sum vanliga heimsøkja menniskjabørnini;
15 men náði Mín skal ikki víkja frá honum - soleiðis sum Eg læt hana víkja frá Saul, honum, ið Eg læt víkja fyri tær.
16 Í allar ævir skal hús og kongadømi títt standa fast fyri ásjón Míni; til ævigar tíðir skal hásæti títt vera grundfest.""
17 - Øll hesi orð bar Natan Dávidi og segði honum frá allari hesi sjón.
18 Tá fór Dávid kongur inn og varð verandi harinni fyri ásjón HARRANS; og hann segði: "Hvør eri eg, Harri HARRI, og hvat er hús mítt, at Tú hevur latið meg komið til hetta!
19 Og so var hetta ov lítið í eygum Tínum, Harri HARRI, so at Tú eisini talaði um hús tænara Tíns langt fram í tíðina! Og um hetta hevur Tú talað, sum menniskju eru von, Harri HARRI!
20 Hvat meiri skal Dávid tá siga við Teg! Tú kennir jú tænara Tín, Harri HARRI!
21 Fyri orðs Tíns skuld og eftir hjarta Tínum hevur Tú gjørt alt hetta stóra og kunngjørt tænara Tínum tað.
22 Tú ert tí stórur, HARRI Gud! Eingin er sum Tú, og eingin Gud er uttan Tú - eftir øllum tí, ið vit hava hoyrt við oyrum okkara.
23 Hvar á jørðini finst eitt fólk sum Títt fólk - sum Ísrael - eitt fólk, ið Gud kom og fríaði út, so tað skuldi vera Hansara egna fólk - til at gera Sær eitt navn og avrika hetta stóra fyri tykkum og øgilig verk fyri land Títt, fyri fólks Tíns skuld, sum Tú fríaði út av Egyptalandi, frá fólkunum og gudum teirra!
24 Tú virkaði Tær fólk Títt Ísrael til at vera fólk Títt til ævigar tíðir, og Tú, HARRI, ert vorðin Gud teirra!
25 Uppfyll tí nú, HARRI Gud, til ævigar tíðir orðið, ið Tú hevur talað um tænara Tín og hús hansara - ger, sum Tú hevur sagt!
26 So skal navn Títt verða stórt til ævigar tíðir, og sagt skal verða: "HARRIN Gud herskaranna er Gud yvir Ísrael!" Og so skal hús Dávids, tænara Tíns, vera grundfest fyri ásjón Tíni.
27 Tí Tú, HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, Tú hevur opinberað fyri tænara Tínum, at Tú skalt byggja mær hús - tí hevur tænari Tín fingið dirvi at biðja hesa bøn til Tín!
28 Og nú, Harri HARRI, Tú ert Gud, og orð Tíni skulu roynast sonn, Tú, sum hevur lovað tænara Tínum alt hetta góða!
29 Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí Tú, Harri HARRI, hevur talað, og signing Tín, hon skal gera, at hús tænara Tíns verður signað í allar ævir!"